Munurin millum rættingarnar hjá "Aksel V. Johannesen"

Content deleted Content added
Linja 23:
Javnaðarflokkurin vann [[Løgtingsvalið 2015]] við 25.1% av atkvøðunum. Aksel sjálvur fekk 2.405 persónligar atkvøður, ið var eitt nýtt føroyskt met. Hann breyt harvið metið hjá [[Kaj Leo Holm Johannesen]], fyrrverandi løgmanni, frá [[Løgtingsvalið 2011|2011]] sum var 1967 persónligar atkvøður.<ref>http://portal.fo/aksel+tok+oll+met.html</ref> 14. september 2015 varð samgonguskjalið undirskrivað, tað vóru Javnaðarflokkurin, [[Tjóðveldi]] og [[Framsókn]] ið skrivaðu undir. Nýggja løgtingið hevur fyrsta fundin 15. september 2015, tá verður [[stjórnin hjá Aksel V. Johannesen]] útnevnd.
=== Løgtingsvalið 2019 ===
Hóast Aksel V. Johannesen sjálvur fekk 2327 persónligar atkvøður á [[Løgtingsvalið 2019|løgtingsvalinum 2019]], hann gjørdist harvið toppskoraritoppskorarin á valinum, hevði Javnaðarflokkurin við 2,6% størstu afturgongdina av øllum flokkum. Tveir dagar seinni boðaðu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin frá, at teir ætlaðu at fara undir samgongusamráðingar, tí teir høvdu tilsamans 17 tinglimir. Løgmaðurin fekk frá teimum trimum flokkunum áheitanina um at leggja frá sær. Aksel V. Johannesen tók áheitanina til eftirtektar og kunngjørdi mánadagin at hann ætlaði at leggja frá sær týsdagin 3. september 2019.<ref>[http://kvf.fo/netvarp/uv/2019/09/02/kemur-vi-frboan-morgin Leggur frá sær í morgin]</ref>
 
== Keldur ==