Munurin millum rættingarnar hjá "Amerikonsku Jómfrúoyggjar"

Content deleted Content added
Kort
Linja 10:
| fullveldi = Onki <sup>1</sup>
| løgmaður_heitið = Guvernørur
|løgmaður= [[JohnAlbert de JonghBryan]] ([[Demokratiski Flokkurin|D]])
| forseti_heitið = Forseti
| forseti = [[Donald Trump]]
Linja 27:
}}
 
'''Amerikonsku Jómfrúoyggjar''' ([[Enskt mál|enskt]]: ''United States Virgin Islands'') er ein oyggjabólkur sum hoyrir til [[USA]], sum fyrr vórðu kallaðar '''Vesturindisku oyggjarnar''', tá tær vóru undir donskum ræði. Amerikonsku Jómfrúoyggjar er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda [[Jómfrúoyggjar]] í [[Karibia]]. Hesar oyggjar liggja tætt við [[Puerto Riko]]; hetta er ein oyggjabólkur, til støddar 346,36 ferkilometrar, sum liggja umleið 64 km eystanfyri [[Puerto Riko]]. Oyggjabólkurin er ein av fimm fólkaðu amerikonskum [[hjálond]]unum. Størsti býurin, ið er [[Charlotte Amalie]], liggur sunnanvert á oynni [[St. Thomas]]. Býurin er eisini [[høvuðsstaður]]. Oyggjarnar eru umleið 80 í tali. Fýra av oyggjunum er bygdar, hinar eru smærri oyggjar ella hólmar, har ongin býr. Saint Croix, Saint Thomas og Saint John eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki. Tann størsta, Saint Croix, er 214,7 km<sup>2</sup> ella umleið 2 ferðir størri enn [[Sandoy]]. Landið hevur umleið 104 túsund íbúgvar í 2014. Oyggjarnar vóru fyrst [[Spania|spanskar]] og siðan [[Danmark|danskar]] frá 1691 til 1917. Amerikonsku Jómfrúoyggjar hava sjálvstýri, men eru nú undir amerikonskum yvirræði. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti (uml. 13 %).<ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/vq.html</ref> Málið tey tosað er kreólskt, ein blandingur av [[Enskt mál|enskum]], [[Danskt mál|donskum]]<ref>http://www.yellowpigs.net/linguistics/viwordlist.pdf</ref> og upprunamáli. Men [[skriftmál]]ið er enskt, sum eisini øll duga, eins og vit duga danskt. Almenna málið er enskt.
 
[[Mynd:Karte_Amerikanische_Jungferninseln.png|260px|thumb|left|Kort yvir Amerikonsku Jómfrúoyggjar.]]
Oyggjarnar eru umleið 80 í tali. Fýra av oyggjunum er bygdar, hinar eru smærri oyggjar ella hólmar, har ongin býr. Saint Croix, Saint Thomas og Saint John eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki. Tann størsta, Saint Croix, er 214,7 km<sup>2</sup> ella umleið 2 ferðir størri enn [[Sandoy]]. Landið hevur umleið 104 túsund íbúgvar í 2014. Oyggjarnar vóru fyrst [[Spania|spanskar]] og siðan [[Danmark|danskar]] frá 1691 til 1917. Amerikonsku Jómfrúoyggjar hava sjálvstýri, men eru nú undir amerikonskum yvirræði. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti (uml. 13 %).<ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/vq.html</ref> Málið tey tosað er kreólskt, ein blandingur av [[Enskt mál|enskum]], [[Danskt mál|donskum]]<ref>http://www.yellowpigs.net/linguistics/viwordlist.pdf</ref> og upprunamáli. Men [[skriftmál]]ið er enskt, sum eisini øll duga, eins og vit duga danskt. Almenna málið er enskt.
 
[[Mynd:United States Virgin Islands in its region.svg|260px|thumb|left|Kort]]
Høvuðsvinnurnar eru [[ferðavinna]] og [[landbúnaður]]. Heitt er veðurlagið, og ofta regnar, so væl fæst burtur úr jørðini. Ferðavinna er ein týdningarmikil vinna á flestu Jómfrúoyggjunum; fólk úr øllum [[USA]] koma at ferðast á flógvu sandstrondunum í Jómfrúoyggjum. Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri búskapin, og stívliga helvtin av fólkinum í landinum arbeiðir á gistingarhúsum, í handlum og á matstovum. Charlotte Amalie, á oynni Saint Thomas, er størsti ferðavinnubýur, og har er djúp og góð havn til stór skip, ið eru á rundferð í [[Karibiahav]]i.<ref>Randall Peffer, Randall S. Peffer: ''Virgin Islands''. Lonely Planet, 2001. ISBN 0864427352. Síða 92.</ref> Fín strond breiðir seg úr vestur til eystur - frá miðbýnum í [[Charlotte Amalie]]. Umframt hesar stóru strendurnar finnast fleiri smærri strendur uttan fyri býin. Umleið 7 km norðan fyri Charlotte Amalie finnur tú eina av bestu strondunum, Magens Bay. [[Gjaldoyra]]ð, ið nýtt verður, er [[amerikanskur dollari]] (USD). Íbúgvar á Jómfrúoyggjum hava rætt at búsetast og arbeiða í USA og at gera sjálvbodna tænastu í amerikanska herinum.