Munurin millum rættingarnar hjá "Napoleon Bonaparte"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 43:
'''Napoléon Bonaparte''' ([[15. august]] [[1769]] – [[5. mai]] [[1821]]) var ein franskur generalur og [[keisari]] [[1805]]–[[1815]].
 
== Lívsleið ==
Nabulione Buonaparte varð føddur í [[Ajaccio]] á oynni [[Korsika]], ið nýliga var blivin [[Frakland|franskt]] [[hjáland]]. Hann var næstelsti sonur [[Carlo Buonaparte]] ([[1746]] – [[1785]]) og [[Maria Letizia Ramolino]] ([[1750]] – [[1836]]), sum fingu í alt 8 frísk børn. Hóast bæði foreldrini vóru aðalsfólk, vóru tey ikki rík, tey máttu arbeiða hart fyri at breyðføða børn síni.
 
Line 55 ⟶ 56:
Í 1800 vann hann á Eysturríki við Marengo. Hann fekk sum avtalað eina friðaravtalu, ið førdi til frið í Evropa. Í 1803 fór Bretland í kríggj við Frakland, og aftur seinni vann hann saman við Russlandi og Eysturríki móti Bretland í skipsbardaga við Trafalgar í 1805, so Napoleon avgjørdi ikki at gera landgongd í Bretlandi. Síðan vendi hann sær móti eystur-russisku herdeildunum, og vann móti teimum við Austerlitz seinni sama ár. Hann vann nógv land og eisini innliman í Proysia, ið førdi til at hann eftir øllum at døma fekk valdi á øllum Evropa. Tað heilaga rómverska ríki var deilt, og tað førdi til at Holland og Vesturfalia vóru stovnaði. Tey næstu árini seti Napoleon familiulimir og annað fólk hann hevði álit á at stýra í Hollandi, Vesturfalia, Italia, Spania, S[[vøríki]] og Napoli.
 
Í 1810 gifti hann seg við Josephine de Beauharnais. Tey fingu eingi børn og blivu skild. Hann gifti seg uppaftur við Marie-Louise av Eysturríki, dóttir eysturíkska kongin, við tí vón at fáa ein arving. Eitt ár seinni fekk Napoleon ein son, Napoléon-François-Joseph-Charles Bonaparte (1811-1832).
[[Mynd:DelarocheNapoleon.jpg|180px|thumb|left|Napoleon í apríl 1814.]]
Í tí penisulara kríginum í byrjaði í 1808, tapti Frakland og teir blivu við í fimm ár. Hetta drenaði tann franska hernaðarliga pengakassan. Og í 1812 tá ið hann invaderaði Russland ið endaði við einari afturtøku. Tað byrjaði at ganga hin vegin og í mars 1814 blev Paris tikin. Tann 11. apríl varð Napoleon noyddur at skriva undir semjuskjal um at lata trónuna sum franskur keisari frá sær og at liva í útlegd á [[Miðjarðarhavið|miðjarðarhavsoynni]] [[Elba]]. Seint í apríl 1814 flutti Napoleon í útlegd á oynni Elba, men longu í mars 1815 rýmdi hann og fór at Paris aftur.