Munurin millum rættingarnar hjá "Óðin"

Content deleted Content added
File
Mulder1982 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
 
Linja 8:
 
==Uppruni==
Fornnorrøna gudanavnið ''Óðinn'' og tess skyldorð forn[[enskt]] ''Wóden'', forn[[saksiskt]] ''Wōden'', fornhá[[týskt]] ''Wuotan'' og [[Langobardiskt]] ''Godan'' ella ''Guodan'', stava øll frá tí endurskapta [[germanskt|protogermanska]] gudanavninum ''*wōđanaz''. Kallkyns[[navnorð]]ið ''*wōđanaz'' rann úr protogermanska [[lýsingarorð]]inum ''*wōđaz'' ið er skylt við [[latín]]skt ''vātēs'' of forn[[írskt]] ''fáith'', ið bæði merkja ‘spámaður, [[profetur]]’. Lýsingarorð, ið stava frá ''*wōđaz'', umfata m.o. [[gotiskt]] ''woþs'' 'besettur', [[fornnorrønt]] ''óðr'' ‘óður’, og forn[[enskt]] ''wód'' 'óður'. Lýsingarorðið *wōđaz (ella *wōđō) er vorðið til onnur navnorð t.d. fornnorrønt ''óðr'' ið merkir viti’, ‘sál’, ‘orka’ ella ‘lívskraft’.
 
Navnið ''Óðinn'' er samansett av tveimum liðum ''óð'' og ''-inn'', har seinni liður í hesum føri merkir ‘harri’. Sostatt merkir navnið ‘Harrin yvir lívskraftini’. Uml. 200 onnur nøvn ella eyknevni eru fyri Óðini ið lýsa hansara útsjónd og eginleikar, t.d. ''Alfǫðr'' (AlfaðirAlføður), ''Blindi'', ''Bragi'' (Høvdingi) ''Bölverkur'' (Illgerðarmaður), ''Forni'', ''Grímnir'' (Grímuklæddi), ''Hárbarðr'' (Gráskeggi), ''Herfǫðr'' (Herfaðir), ''Hildolfr'' (Krígsálvur), ''Loðungr'' (Rísni kappi), ''Síðhöttur'' (Síðhattur), ''Síðskeggr'' (Síðskeggi), ''Valfǫðr'' (Vígvallarfaðir) og ''Vegtamr'' (Vegkendi).