Munurin millum rættingarnar hjá "Mais"

87 bytes løgd afturat ,  1 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
[[Mynd:IHC_corn_picker,_Story_County,_Iowa,_2011.jpg|thumb|right|230px|Á ovurvíðu fløtunum í [[Iowa]] eru akrar, so langt eygað sær. Kornsløgini, teir dyrkað, eru m.a. bygg, havri, hveiti og mais.
]]
[[File:Zea mays 'Ottofile giallo Tortonese' MHNT.BOT.2015.34.1.jpg|thumb|''Zea mays 'Ottofile giallo Tortonese''']]
[[File:Zea mays "Strawberry" MHNT.BOT.2018.28.29.jpg|thumb|''Zea mays "Strawberry"'']]
'''Mais''' er eitt [[korn]]slag, og víða hvar í verðini hevur mais stóran týdning. Hon veksur við næstan somu treytum sum [[hveiti]]. Mais krevur tó eitt sindur meira hita. Ilt er at seta tøl á, tí nógv eru sløgini, og tey eru sera ymisk, tí tey hava lagað seg til ymisk vakstrarlíkindi, ella eru líkindini lagað til teirra. Eitt nú eru tey maissløg, sum vaksa í [[Danmark]], krossað av øðrum maissløgum og soleiðis tillagað vakstrarlíkindunum í Danmark. Mesta maisøkið er tó í landslutunum [[Iowa]], [[Illinois]] og [[Wisconsin]] í USA. Onki land flytur út so nógva maisi sum [[USA]] og har verður velt meira enn helvtin av øllum maisi í heiminum. Har veksur umleið helmingurin av heimsins mais. Mesta fólkið í t.d. Iowa livir av jørðini. Har vaksa m.a. bæði mais og hveiti. Bøndurnir velta óføra nógv av mais; einki land í USA heystar so nógva mais sum Iowa. Tað mesta av [[korn]]inum verður selt til onnur lond. Óføra væl fruktar á fløtuni í Iowa; har veksur t.d. bæði mais og hveiti. Á slættlendinum í USA velta teir eisini t.d. havra, rug og hveiti; summir bøndur hava eisini víngarðar. Har kann sigast, at jarðarbrúkið er fjøltáttað, og tríggir fjórðingar av maisini verðar nýttir til djórafóður. 

Sama mannagongdin er í t.d. [[Argentina]] í [[Suðuramerika]], har maisin verður dyrkað millum býirnar Rosario, Bahia Blanca og [[Buenos Aires]]. Eisini har verður maisin nýtt at fita neytini av fløtunum vestanfyri. Úr Argentina verður nógv mais eisini seld til djórafóður til m.a. [[Norðuramerika]] og [[Vesturevropa]].
[[Mynd:NRCSIA99104_-_Iowa_(2907)(NRCS_Photo_Gallery).jpg|thumb|right|230px|Mais skal hava nógvan sól at vaksa og búnast.

]]
112

rættingar