Á markinum ímillum [[Kanada]] og [[USA|Sambandsríki Amerika]] eru '''Stóruvøtn''' (á [[Enskt mál|enskum]]: ''Great Lakes''). Í USA og Kanada eru fimm stór fesk vøtn: Superior vatn, [[Michiganvatn]], Huronvatn, [[Erievatn]] og [[OntariovatnOntariovatn]]. Tey eru bundin saman í eina stóra skipan. Haðani rennur St. Lawrenceá gjøgnum Kanada út í Atlantshav. Hesi vøtn rúma um fimtingin av øllum vatni í heiminum. Bara [[Michiganvatn]], vinstrumegin, er sunnan fyri markið. Ímillum vøtnini eru grivnar siglingarveitir, og samband er við [[St. Lawrenceá]], sum rennur út í [[Atlantshav]]. Í [[Niagaraá]], sum rennur úr [[Erievatn]]i í [[Ontariovatn]], eru hinir viðgitnu [[Niagarafossur|Niagarafossar]]. Rundan um tey stóru vøtnini og fram við ánni er nógvur ídnaður, sum dálkar vatnið. Serliga Erievatn er illa dálkað. Har eru stórir ídnaðarbýir, so sum [[Buffalo]] í New York, [[Cleveland]] í Ohio og [[Detroit]] í Michigan.