Munurin millum rættingarnar hjá "Sveis"

Content deleted Content added
s Tók burtur rættingar hjá KristinXD (kjak) til seinastu versjón hjá Benadikt
Merki: Rollback
Linja 67:
[[Mynd:Central Switzerland.jpg|thumb|right|250px]]
[[Mynd:Hauteroute.jpg|thumb|right|250px]]
Í Sveis eru tveir fjallaryggir, [[Jurafjøll]] og [[Alpurnar]]. Ímillum fjøllini er ein breiður háslætti, sum eitur [[Sveisar Háslættin]]. Miðjan av Sveis er ein fløta, Sveisiski Háslættin, men hitt er alt fjallalendi. Sveisar Háslættin gongur frá [[Bodensee|Bodensvatn]]i til [[GenèvevatnGenevevatn]]ið. Háslættin er ein langur og breiður dalur við stórum vøtnum og góðum kornlendi. Jørðildið er mest eyrmold, sum er komin við ísinum í ístíðini. Á háslættanum býr meginparturin av fólkinum, og har eru eisini teir størstu býirnir. Háslættin ber væl korn, og hann er eisini væl dyrkaður. Summastaðni hava teir avbera stórar súreplagarðar, og frálíka vakurt er at síggja, tá ið alt um várarnar stendur í blóma. Mesta fólkið býr á fløtuni, og har eru teir flestu býirnir.
 
Fyri vestan eru [[Jurafjøll]]ini fram við [[Frakland|franska]] markinum. Tey eru heldur lág og fyri tað mesta skógvaksin. [[Alpurnar]] aftur ímóti standa við nógvum skínandi fannaklæddum tindum og daga ímóti himni. Fyri sunnan fløtuna ganga Alpurnar ígjøgnum alt landið úr vestri í eystur. Hægst uppi í Alpunum í bæði Sveis og [[Eysturríki]] eru nógvir jøklar. Frálíka vakurt er í Alpunum, og hagar koma fólk úr øllum ættum at halda feriu. Um veturin standa tey á skíðum í Alpunum, og um summarið ganga tey á teimum stórslignu og vøkru fjøllunum. Fjallarustirnar eru bæði hvassar og brattar, men millum teirra ganga nógvir breiðir og djúpir dalar. Í dølunum er veðurgott og góður bøur. Bygdirnar eru ofta heldur smáar. Vøtn eru nógv í dølunum. Í dølunum á suðursíðuni er veðurlagið frálíka lýtt, og har yður av litføgrum blómum um summarið. Men uppiyvir standa teir hvøssu tindarnir avtaktir við ísi, sum ongantíð tiðnar. Um veturin legst ofta nógvur kavi niður í fjøllunum. Tá kann tað henda, at tað kemur turrur, heitur vindur, sum teir kalla ''føhnin''. Termometrið rýkur upp, og tiðningur kemur í kavan. Áirnar standa á bredda um nakrar tímar, og tá hendir ofta, at skalvar leypa. Summir av hesum skalvunum kunna vera óføra stórir, og teir taka bæði garðar og hús við sær; einki stendur fyri teimum.
Linja 75:
=== Býir ===
 
Í [[Bern]] kemur samveldistingið saman, og verður hann tí oftast roknaður fyri at vera [[høvuðsstaður]]. Størsti býurin er [[Zürich]], har eru stór klædnavirkir. Í [[Genève]] við Genèvevatnið eru nógvar ursmiðjur, í hesum býi plaga eisini ofta sendimenn úr ymsum londum at koma saman at tingast. [[Luzern]] og [[Lugano]] eru viðgitnir ferðamannabýir. Í [[Basel]] við Rín er stórt havnarlag.
 
== Samferðsla ==