Munurin millum rættingarnar hjá "Helsinki"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 18:
|}
 
'''Helsinki''' ([[Svenskt mál|svenskt]]: '''{{Audio|Helsingfors.ogg|Helsingfors}}''') er høvuðsstaður í tjóðveldinum [[Finnland]]. Hann er vakur býur við beinum gøtum og nógvum prýðiligum húsum. Í býnum er universitet, og har er stórt fornminnissavn. Annars er hann mettur at vera størsti ídnaðarbýur í [[Finnland]]i. Í býinum er eisini óføra góð havn, og fram við havnalagnum er sølugøta, har fólk selja grønmeti, frukt, [[Fiskur|fisk]] og blómur. Í Helsinki eru mong spennandi og nýmótans hús bygd soleiðis, at tey hóska saman við tí gamla og skapa ein serligan finskan byggistíl.
 
Høvuðsstaður Finnlands er út ímóti [[hav]]inum og liggur opin og frítt fyri. Í [[Finnland]]i er meginlandaveðurlag. Í Helsinki er miðalhitin kaldasta mánaðin -5 °C og heitasta +18 °C.