Munurin millum rættingarnar hjá "Afghanistan"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat}}
stavivilla
Linja 33:
Í øldir hevur verið barst um yvirræðið í landinum, og serliga [[Stóra Bretland|bretar]] og seinni [[Russland|russar]] hava verið grammir at taka landið. Seinastu 30 árini hevur blóðugt [[Borgarkríggj|borgarakríggj]] syndrað landið, og enn eru eingi útlit fyri friði.
 
Afghanistan hevur eisini eina rokaliga søgu. Afghanski staturin, sum vit kenna hann í dag, uppstóð í 1746 undir [[Durrani-fúrstaættini]], men yvirvaldið varð latið [[Stóra Bretland|Stórabretlandi]], heilt fram til [[Amanullah Kongur]] loysti í 1919. Síðan eru ellivu afghanskir leiðarar tiknir av ræði á ódemokratiskan hátt. Seinasta støðuga tíðarskeiðið í Afghanistan var millum 1933 og 1973, tá landið var undir leiðslu av [[Zahir Shah]] kongi. Men í 1973 framdi svágur kong, [[Mohammed Daoud Khan]], eitt stjórnarkvett, ið setti gongd á enn eit óstøðugt tíðarskeið. Í 1978 vórðu [[Mohammed Daoud Khan|Daoud]] og øll familja hansara tikin av døgum í enn einum kvetti, ið [[Kommunisma|kommunistaflokkurin]] í landinum framdi. Longu í [[august]] sama ár byrjaði [[USA|amerikanska]] stjórnin umvegis [[Pakistan|pakistansku]] fregnartænastuna, at stuðla [[mujahedin]]-hermonnum í bardaganum móti [[Kommunisma|kommunistisku]] stjórnini, og tá stjórnin var í vanda fyri at missa valdið árið eftir, hersetti [[Sovjetsamveldið]] Afghanistan. Hetta hendi 24. desember 1979. Frælsisstríðið hjá [[Mujahedin]] vardi í tíggju ár og kostaði umleið 15.000 [[Sovjetsamveldið|sovjetiskum]] hermonnum lívið, áðrenn viknandi samveldið í 1989 valdi at taka seg úr Afghanistan. Eftir hetta valdaði í stóran mun [[Borgarkríggj|borgarakríggj]] í landinum, áðrenn [[Taliban]], ið merkir ''lesandi'', í 1996 tók ræðið í landinum og royndi at innføra strongu [[Sharia-lóg]]ina. Harvið gjørdist Afghanistan til eitt stað fyri [[Al-Qaeda]]. Í [[3. øld|triðju øld]] gjørdu tey tvær standmyndir av [[Buddha]] norðan fyri høvuðstaðinhøvuðsstaðin [[Kabul]]. [[David Adams]] var tann seinasti vesturlendingurin, sum filmaði standmyndirnar, áðrenn [[Taliban]]hermenn sprongdu tær í spønir í [[2001]].
[[Mynd:Kabul_TV_Hill_view.jpg|thumb|250px|[[Kabul]].]]
Tann [[USA|amerikanska]] og bretska innrásin byrjaði 7. oktober 2001. Endamálið við innrásini í Afghanistan, ið var eitt beinleiðis aftursvar til hendingarnar [[11. september]] [[2001]], tá Al-Qaeda framdi álop á World Trade Center og Pentagon í USA, var at fanga [[Osama bin Laden]], sum helt til í landinum, gera enda á [[Al-Qaeda]] og taka [[Taliban]]-stýrið av ræði. Hálvanannan mánað seinni varð Taliban tikið av ræði og ein afghansk stjórn undir leiðslu av [[Hamid-Karzai]] innsett. Hóast tað eru yvir tíggju ár síðan, at [[USA]] leyp á Afghanistan, er støðan í landinum ófriðarlig og ótrygg. Friðarskapandi herdeildir, sum vóru settar á stovn av [[ST]] í 2001 og riknar av [[NATO]] síðan 2003, International Security Assistance Force, eru enn í landinum, og tað kemur ofta fyri, at útlendskir hermenn og hjálparfólk verða dripin. Ætlanin er, at seinastu amerikansku herdeildirnar skulu vera farnar úr Afghanistan 31. desember í 2014. [[Barack Obama]] hevur roynt at fáa afghanska forsetan Hamid-Karzai at ganga við til eina avtalu, sum loyvir nøkrum amerikanskum herdeildum at verða verandi aftan á tað. Valdið hjá [[Hamid Karzai]], ið varð valdur til forseta í [[2004]], avmarkar seg í stóran mun til høvuðsstaðin [[Kabul]], og restin av landinum verður stýrd av valdsmiklum ættarbólkahøvdingum og krígsharrum. Talan er um eitt sera samansett land við ikki minni enn 34 landslutum í fjallaríkum lendi, og tað ger tað torført at stýra.