Munurin millum rættingarnar hjá "Dante Alighieri"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat}}
danskt
Linja 3:
 
== Lívssøga ==
Dante Alighieri varð føddur í býarpartinum San Pier Maggiore í [[Firenze]] í 1265. Føðingardagurin er rættiliga óvissur, men hann fortelur sjálvur í skaldskapi sínum, at hann varð føddur í stjórnutekninum Tvillingunum. Hann varð doyptur Durante eftir abba sínum á móðursíðuni, Durante degli Abati, Dante var eitt kallinavn, ið hann sjálvur valdi at nýta. Mamma hansara, Berta ella Bella degli Abati, doyði tá hann var knapt tíggju ára gamal. da han var knapt ti år.<ref>[http://www.snl.no/Dante_Alighieri/italiensk_forfatter snl.no]</ref> Pápi hansara, Alighiero di Bellincione Alighieri, giftist uppaftur og fekk fýra børn við nýggju konuni, sum nevndist Lapa Cialuffi.
 
Tá Dante var níggju ára gamal møtti hann musu sínari, tí otta ára gomlu [[Beatrice Portinari|Bice Portinari]], sum hann nevndi ”[[Beatrice]]”, tann saliga. Tá hann var umleið átjan ára gamal møttist hann ofta við henni, og hon gjørdist hansara ímynd av kærleikanum. Tey blivu tó ikki gift. Tá hann einaferð vísti áhuga fyri einari aðrari kvinnu gjørdist hon firtin og ignoreraði hann. Tá lovaði hann, at hann skuldi yrkja til hennara heiður soleiðis sum ongin annar hevði yrkt fyrr. Beatrice giftist einum bankamanni sum nevndist Simone dei Bardi, og hon doyði í 1290. Í 1293 uppfylti han sítt lyfti og skrivaði ''[[Vita Nuova]]'', sum ofta verður nevnt hansara ungdomsverk.