Munurin millum rættingarnar hjá "Merkantilisma"

Content deleted Content added
Oursana (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Lorrain.seaport.jpg|thumb|right|250px]]
[[Mynd:Canal,Il GiovanniRitorno Antoniodel (Canaletto)Bucintoro -al Returnmolo ofnel thegiorno Bucentorodell'Ascensione to(c.1738) theCanaletto Molo- onWells-Next-The-Sea, AscensionThe Day,Earl c.of 1733-4.Leicester Royaland CollectionTrustees of the BuckinghamHolkham PalaceEstate.jpg|thumb|right|250px]]
'''Merkantilisma''' hevur ta grundfatan, at staturin er høvuðsspælarin í altjóða politikki. Fatanin er, at í altjóða politikki eru ongar spælireglur, og tann sterkasti staturin yvirlivir. Tí er fremsta mál hjá statinum at tryggja sína egnu tilveru. Støðan hjá statinum verður sostatt ein ævigur maktkampur. Fyri at tryggja, at staturin er sterkur, er sostatt av størsta týdningi, at [[búskapur]]in í statinum er sterkur, herundir at útflutningurin er størri enn innflutningurin, soleiðis at staturin hevur eina nettoáogn heldur enn nettoskuld mótvegis umheiminum. Tað fyrsta IPE (International Political Economy) ástøði, vit hoyra um, er tann ''klassiska merkantilisman''. Jacob Viner (1892-1970) sigur, at merkantilisma er: „a doctrine of extensive state regulation of economic activity in the interest of the national economy“. <ref>Crane, G.T. & Amawi, A. (eds.). 1997. ''The Theoretical Evolution of International Political Economy – A Reader''. Oxford: Oxford University Press. ISBN 9780195094435. Síða 5.</ref> Innan altjóða búskap kann sigast, at merkantilisman viknaði eftir [[Seinni heimsbardagi|2. heimsbardaga]] tá [[Liberalisma|liberalisman]] mentist av álvara í Evropa og Norðuramerika. Tá heimsbúskapurin kom í kreppu fyrst í 1970’unum, fekk merkantilisman høvdið fyri seg aftur, tá undir navninum ''neomerkantilisma''.