Munurin millum rættingarnar hjá "Julianski kalendarin"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
 
Linja 1:
[[Mynd:1614 Prayerbook November Calendar.jpg|thumb|November 1614 í julianska kalendaranum.]]
'''Julianski kalendarin''' varð brúktur í [[Rómverjaríkið|Rómverjaríkinum]] síðan [[45 f.Kr.]]. Hann varð seinni brúktur í næstan øllum [[Vesturheimurin|vesturheiminum]] til [[1582]]. Síðan varð hann skiftur út, stig fyri stig, við [[gregorianski kalendarin|gregorianska kalendaran]] stig fyri stig.
 
[[Julius Cæsar]], keisari í [[Rom]] (deyður ár [[44 f.Kr]]), dagførdi tann kalendaran, ið hevði verið nýttur í [[Rom]]. Frammanundan hevði verið nýttur ein mánakalendari við 12 [[mánaður|mánaðum]] - ([[mánamánaður|mánamánaðum]]). Árið var tí ov stutt, og av og á vórðu so eyka dagar lagdir afturat. Eftir ferð í [[Egyptaland]]i, har [[Julius Cæsar]] helst hevur havt høvi at fundast við teir lærdu í [[Alexandria]], gjørdi hann av at skifta til nýggjan kalendara; við tað at árið er umleið 365,25 samdøgur, skuldi árið verða 365 dagar í 3 ár og 366 dagar 4. árið. Árið við eyka degnum kalla vit [[leypár]] ella skotár. Skiftið var gjørt við, at ár [[46 f.Kr.]] varð longt við 80 døgum - partvís lagdir inn efti [[februar]] mánað og partvís millum [[november]] og [[desember]]. Hetta árið varð soleiðs 445 dagar. Hesin kalendarin - uppkallaður eftir [[Julius Cæsar|Juliusi]] - varð galdandi til [[1582]], tá [[Gregorius XIII]] [[pávi]] innførdi nýggjan kalendara, [[gregorianski kalendarin|gregorianska kalendaran]].