Munurin millum rættingarnar hjá "Amerikanska Kollveltingin"

Content deleted Content added
Linja 16:
Í [[september]] í [[1774]] varð stevna hildin í [[Philadelphia]] í [[Pennsylvania]], sum nevndist "First Continental Congress". Allar koloniirnar uttan [[Georgia (USA)|Georgia]] sendu umboð til stevnuna. Endamálið við stevnuni var at bøta um sambandið við ta [[Stóra Bretland|ensku]] stjórnina, men hetta eydnaðist ikki, og í [[apríl]] mánaði í [[1775]] vóru niðursetufólk í [[Massachusetts]] í bardaga við [[Stóra Bretland|bretar]] við [[Concord (Massachusetts)|Concord]] og [[Lexington (Massachusetts)|Lexington]]. Frælsiskríggið brast á. Stríðið spjaddist og uppreistur var veruleiki, og krav um fullveldi varð endaliga orðað [[4. juli]] í [[1776]] í tiltiknu [[Amerikanska Frælsisyvirlýsingin|Frælsisyvirlýsingini]], ið staðfesti natúrrættindi hjá mannaættini og fullveldið hjá teimum [[USA|amerikonsku]] statunum. [[Thomas Jefferson]] orðaði yvirlýsingina, sum í stóran mun er grundað á tey politisku ástøðini hjá enska heimspekinginum [[John Locke]] <ref>Becker, Carl Lotus. The Declaration of Independence: A Study in the History of Political Ideas Harcourt, Brace, 1922.</ref>.
 
Frælsiskríggið vardi longri enn væntað. Tað byrjaði [[19. apríl]] í [[1775]], ítá ið niðursetumenn og bretsk herlið brustu saman við [[Lexington (Massachusetts)|Lexington]] og kríggið endaði [[19. oktober]] [[1781]], tá ið [[Chares Cornwallis]] við heri sínum gav seg yvir í [[Yorktown]], [[Virginia]]. [[Stóra Bretland|Bretar]], sum eisini vóru í kríggi við fleiri [[Evropa|evropisk]] lond, máttu lúta fyri frælsishugaðu niðursetufólkunum. Í [[1783]] viðurkendi [[Stóra Bretland]] fullveldið hjá teimum 13 koloniunum.
 
== Samgongusáttmálin ==