Munurin millum rættingarnar hjá "Amerikanska Kollveltingin"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 12:
Byrjanin til ta [[USA|amerikonsku]] sjálvstýristilgongdina skal síggjast í ljósinum av, at [[Stóra Bretland|bretar]] mettu, at tað var neyðugt at skatta koloniirnar fyri at kunna fíggja umsitingina av teimum. [[Stóra Bretland|Bretska]] krúnan legði eina røð av skattum á koloniirnar, men mótstøðan var hørð og umfatandi. "The East India Company" fekk einarætt frá [[Stóra Bretland|bretsku]] stjórnini at flyta te úr [[Kina]] beinleiðis til síni umboð í [[USA]], og hetta førdi við sær, at niðursetuhandilsmenninir ikki fingu lut í hesum lønandi handli. Tann [[16. desember]] í [[1773]] skipaðu nøkur niðursetufólk fyri sokallaðu [[Te-orrustan í Boston|Boston Tea Party]] sum eitt mótmæli ímóti [[Stóra Bretland|bretsku]] atferðini. Hetta gjørdist byrjanin til harða stríðið millum niðursetufólkið og [[Stóra Bretland|bretsku]] ta stjórnina. [[Stóra Bretland|Bretar]] kravdu frið og landaskil, men [[USA|amerikumenn]] kravdu frælsi.
 
== Byrjan av frælsisbardaganumfrælsiskrígnum og Frælsisyvirlýsingin ==
 
Í [[september]] í [[1774]] varð stevna hildin í [[Philadelphia]] í [[Pennsylvania]], sum nevndist "First Continental Congress". Allar koloniirnar uttan [[Georgia (USA)|Georgia]] sendu umboð til stevnuna. Endamálið við stevnuni var at bøta um sambandið við ta [[Stóra Bretland|ensku]] stjórnina, men hetta eydnaðist ikki, og í [[apríl]] mánaði í [[1775]] vóru niðursetufólk í [[Massachusetts]] í bardaga við [[Stóra Bretland|bretar]] við [[Concord (Massachusetts)|Concord]] og [[Lexington (Massachusetts)|Lexington]]. KollveltinginFrælsiskríggið varbrast byrjaðá. Stríðið spjaddist og uppreistur var veruleiki, og krav um fullveldi varð endaliga orðað [[4. juli]] í [[1776]] í tiltiknu [[Amerikanska Frælsisyvirlýsingin|Frælsisyvirlýsingini]], ið staðfesti natúrrættindi hjá mannaættini og fullveldið hjá teimum [[USA|amerikonsku]] statunum. [[Thomas Jefferson]] orðaði yvirlýsingina, sum í stóran mun er grundað á tey politisku ástøðini hjá enska heimspekinginum [[John Locke]] <ref>Becker, Carl Lotus. The Declaration of Independence: A Study in the History of Political Ideas Harcourt, Brace, 1922.</ref>.
 
Frælsiskríggið vardi longri enn væntað. Tað byrjaði [[19. apríl]] í [[1775]] og endaði [[19. oktober]] [[1781]], tá ið [[Chares Cornwallis]] við heri sínum gav seg yvir í [[Yorktown]], [[Virginia]]. [[Stóra Bretland|Bretar]], sum eisini vóru í kríggi við fleiri [[Evropa|evropisk]] lond, máttu lúta fyri frælsishugaðu niðursetufólkunum. Í [[1783]] viðurkendi [[Stóra Bretland]] fullveldið hjá teimum 13 koloniunum.