Munurin millum rættingarnar hjá "Tasmania"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 17:
== Søga ==
 
Fyrst í [[17. øld]] fingu [[Niðurlond|niðurlendingar]] alt størri ræði sum sjófarandi [[tjóð]] í [[Asia]], [[Avstralia]] og í [[Kyrrahavsoyggjarnar|Kyrrahavsoyggjum]]. Teir løgdu seg meira eftir at fáa vinning burtur úr handlinum enn at gera rannsóknarferðir, men á longu leiðini úr [[Suðurafrika]] til [[Indonesia]] sigldu teir tætt fram við strondini í ókenda meginlandinum [[Avstralia]]. Í 1616 fór [[DickDirck Hartog]] skipari í land har, og tað sama gjørdu mangir aðrir niðurlendskir sjómenn eisini seinni. Í 1642 avgjørdi [[Anthony van Diemen]], stjóri í Niðurlendska Eysturindiafelagnum, við høvuðssetri í [[Jakarta]], at lata [[Abel Tasman]] standa á odda fyri einari rannsóknarferð til Avstralia. Ætlanin var at fáa meira at vita um, hvussu stórt meginlandið var, sum teir hildu var heilt suður í [[Kyrrahav]], og at finna eina styttri siglingarleið til [[Suðuramerika]]. Tasman kom fyrst til oynna, sum nú eitur Tasmania. Hann nevndi hana ''Van Diemens Land''. Síðan kom hann eisini til [[Nýsæland]]s, [[Fiji]] og [[Tonga]]. Í 1644 teknaði hann kort av norðurstrond [[Avstralia]]. Um allan hin ovurstóra partin av avstralska meginlandinum visti eingin nakað at siga, uttan frumfólkið.
 
== Myndasavn ==