Munurin millum rættingarnar hjá "George Clooney"

Content deleted Content added
{{infobox/article/human}}
leinkja
 
Linja 1:
{{infobox/article/human}}
'''George Timothy Clooney''' (føddur [[6. mai]] [[1961]] í [[Lexington (Kentucky)|Lexington]]) er ein amerikanskur sjónleikari, leikrithøvundur, framleiðari, leikstjóri og aktivistur. Hann hevur vunnið tríggjar [[Golden Globe-virðislønin|Golden Globe-virðislønir]] fyri sítt arbeiði sum sjónleikari og tvær [[Oscar-virðislønin|Oscar-virðislønir]], eina fyri at spæla og eina fyri at framleiða.
 
Clooney spældi fyri fyrstu ferð sum sjónleikari í sjónvarpinum í 1978, og seinni gjørdist hann kendur víða um fyri sín leiklut sum Dr. Doug Ross í tí longu lækna-sjónvarpsdramarøðini ''[[ER (sjónvarpsrøð)|ER]]'' frá 1994 til 1999, sum hann móttók tvær tilnevningar til [[Emmy-virðislønin]]a. Meðan hann arbeiddi í sjónvarpsrøðini ''ER'', byrjaði hann at fáa fleiri tilboð um høvuðsleiklutir í filmum, eitt nú í ''[[Batman & Robin (filmur)|Batman & Robin]]'' (1997) og ''[[Out of Sight (1998 filmur)|Out of Sight]]'' (1998), har hann arbeiddi saman við samstarvsfelaga sínum gjøgnum langa tíð, [[Steven Soderbergh]]. Í 1999 spældi Clooney høvuðsleiklutin í ''[[Three Kings (1999 filmur)|Three Kings]]'', ið var ein vælmóttikin satira ið fór fram undir Golf-krígnum.