Munurin millum rættingarnar hjá "Skotland"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Scotland}}
→‎Søga: leinkja
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 35:
''Høvuðsgrein: [[Skotlands søga]].''
 
Seinast í [[830-árini|830-árunum]] var Skotland fleiri kongsríki, ímillum vóru teirra [[Piktar|piktaríkini]] fyri eystan og norðan og [[Dalriada]] fyri vestan. Kongurin í Dalriada æt [[Kenneth I skotakongur|Kenneth Mac Alpin]]. Hann setti sær fyri at savna Skotland í eitt ríki, so at teir betur kundu verja seg fyri [[Víkingur|víkingum]]. Í 841 rak hann víkingarnar úr Dalariada, síðan gjørdi hann innrás í [[Piktar|piktaríkini]] og rak víkingarnar burtur hiðan. Í 843 gjørdist hann kongur yvir piktum. Fyri vestan bardust Rhoderi Mikli, prinsur av [[Gwynedd]] við víkingar og [[Ongland|enskar]] herdeildir, sigraði á teimum og fekk valdið í meginpartinum av [[Wales]]. Tá ið [[Kenneth I skotakongur|Kenneth Mac Alpin]] doyði í 85, var hann einavaldsharri í nýggja kongsríkinum [[Skotia]] norðan fyri ánna [[Forthá|Forth]].
 
Alt frá tíðliga í [[11. øld]] høvdu [[Ongland|enskir]] kongar verið grammir eftir at leggja Skotland undir seg. Í [[1296]] sigraði [[Edward 1.]] (1239-1307) á skotska herinum og tók ræðið í Skotlandi. Tá ið Edward 1. doyði í [[1307]], legði [[Robert Bruce]] (1274-1329), sum var ein av teimum, ið kravdi skotsku krúnuna, til brots at reka [[Ongland|onglendingar]] úr Skotlandi. Hann tók nógvar borgir og gjørdi slyálop á enskar herdeildir, og í [[1314]] møtti hann umsíðir enska herinum við Edwardi 2. (1284-1327)) á odda við [[Bannockburn]] mitt í Skotlandi. Skotski herurin vann, og Skotland varð frælst í meira enn 300 ár, hóast tað liðu nøkur ár, áðrenn [[Ongland]] formliga viðurkendi tað.