Munurin millum rættingarnar hjá "Vermont"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 38:
'''Stakríkið Vermont''' ([[enskt]]: ''State of Vermont'') er [[stakríki]] í [[Sameindu Statirnir Í Amerika|Sambandsríkinum í Amerika]] við umleið 626 000 íbúgvum. [[Montpelier]] er [[høvuðsstaður]]in og størsti býurin er [[Burlington]].
 
Vermont er eitt av minstu stakríkunum í Sambandsríkinum Amerika. Í norðri hevur Vermont mark við [[Kanada]] ([[Quebec]]), í eystri við [[New Hampshire]], í suðri við [[Massachusetts]], og í vestri við [[New York]]. Í [[1791]] bleiv Vermont stakríki í [[USA]]. Eyknevni er Grønfjallstaturin ([[Enskt (mál)|enskt]]: ''The Green Mountain State''). Tað mesta av stakríkinum er fjallalendi, og ofta eru fjøllini skógvaksin. Umhvørvið er sera grønt. Vermont er mest sum bara skógarlendi (78,2 % í 2015<ref>[http://www.fs.fed.us/ne/newtown_square/publications/brochures/pdfs/state_forests/vt_forest.pdf Forests in the Green Mountain State], fs.fed.us</ref>) við nøkrum fruktagóðum dølum upp ímillum. Bygdirnar í Vermont eru ofta heldur smáar. Tey dyrka bæði hunangur, [[mais]] og [[Landbúnaður|landbúnaðarvara]]. Neytum hava teir nógv av; nógv av mjólkini verður gjørt til ost. Men gitnast er Vermont fyri siropur.<ref> [http://web.archive.org/web/20070403185851/http://www.agclassroom.org/kids/stats/vermont.pdf A Look at Vermont Agriculture], agclassroom.org</ref> Upprunaliga var tað kallað “Vermont siropur”. Høvuðsstaðurin í Vermont er [[Montpelier]]. Hann er kendur sum ein av vakrastu býunum í [[New England]], og fólk í hundratúsundatali søkir hagar á hvørjum ári.
 
Her er heitt-temprað veðurlag og leyvskógir við ymsum leyvtrøum. Eins og í øðrum vakstrarbeltum – serliga í [[Evropa]] – hava menniskju havt ávirkan á nógv. Fyrr høgdu fólk leyvskóg fyri at fáa við og byggitilfar til hús og bátar. Eisini sumrini eru lýggj og long til, at har kunnu vaksa bæði leyv- og nálatrø. Men leyvtrøini standa ikki grøn alt árið, tí [[Vetur|vetrarnir]] eru ikki nóg mildir, bløðini falla av um [[heyst]]ið og koma aftur um [[vár]]ið. Hesi trø kalla vit tí leyvfallandi [[trø]]. Í [[New England]] er árligi hitamunurin so stórur, at fýra árstíðir eru: heyst, vár, [[summar]] og vetur. Harumframt regnar allar tíðir á árinum.