Munurin millum rættingarnar hjá "Meksiko"

Content deleted Content added
Linja 36:
Landið hevur eina ríka [[Søga|søgu]] við t.d. Maya- og Inkamentanini. Tá ið [[spania]]menn komu hagar í fyrru helvt í [[16. øld]], týndu teir hesi gomlu ríki og ráddu í landinum, til tað tók loysing frá [[Spania]] í [[1821]]. Í [[1840-árini|1840-árunum]] legði [[USA]] stór øki undir seg í Meksiko, og tá ið av tornaði, høvðu meksikanar mist helmingin av egnum landi. [[USA]] legði undir seg londini, sum nú á døgum eita [[New Mexico]], [[Arizona]], [[Utah]], [[Nevada]], [[Texas]] og [[Kalifornia]].
 
Í [[1858]] brast [[borgarakríggj]] á ímillum [[Konservatisma|afturhaldssinnað]] og [[Liberalisma|frílynt]] í Meksiko. Oddamaðurin fyri teimum frílyntu, [[Benito Juarez]] ([[21. mars]] [[1806]] – [[18. juli]] [[1872]]), løgfrøðingur av indiánskari ætt, gjørdist forseti. Herdeildir hansara sigraðu á teimum [[Konservatisma|afturhaldssinnaðu]] í [[1860]], tí at hann hevði lánt pening til hernaðarútgerð úr útlondum. [[Frakland]], [[Spania]] og [[Stóra Bretland]] gjørdu innrás í Meksiko at noyða landið at gjalda teimum lánini aftur. [[Spania]] og [[Stóra Bretland|Bretland]] tóku seg burtur úr stríðnum; men í [[1863]] tóku [[Frakland|franskar]] herdeildir [[Meksikobýur|Meksikobý]]. [[Frakland|Franski]] kerisarin[[Keisari|keisarin]] [[Napoleon 3.]] ([[20. apríl]] [[1808]] – [[9. januar]] [[1873]]) setti [[Eysturríki|eysturríkska]] erkihertugan [[Maximillian]] ([[6. juli]] [[1832]] – [[19. juni]] [[1867]]) sum [[Keisari|keisara]] í Meksiko. Herdeildirnar hjá [[Benito Juarez|Juarezi]] vunnu á [[Frakland|fraklendingum]] í [[1867]], og [[Maximillian]] varð avrættaður. [[Benito Juarez|Juarez]] varð aftur forseti og sat til hann doyði í [[1872]].
 
Eftir [[Fyrri veraldarbardagi|fyrra heimsbardaga]] fóru stjórnirnar í londum í [[Latínamerika]] at kvíða fyri vaksandi megi [[USA]], og at peningavaldið og ídnaðurin har skuldu fáa fastatøkur á londum teirra. Í Meksiko høvdu [[Olja|oljufeløg]] úr [[USA|Sambandsríki Amerika]] gjørt so stórar íløgur í [[Olja|oljuvinnu]], at tey stýrdu meksikonsku stjórnini og fingu møguleika at hótta við at leggja seg upp í innanlandsviðurskifti við hermegi. Í [[1934]] tók nýggjur forseti [[Lázaro Cárdenas]] við í Meksiko. Hann gjørdi víðtøknar nýskipanir í landbúnaðinum og ognartók og læt til dømis 18 milliónir hektarar av jørð til felagsnýtslu í bygdunum. Í [[1938]] tjóðartók [[Lázaro Cárdenas|Cárdenas]] [[USA|amerikonsku]] og [[Stóra Bretland|bretsku]] [[Olja|oljufeløgini]] í Meksiko, og um alt landið fegnaðust fólk um hesa gerð. [[Lázaro Cárdenas|Cárdenas]] gav ikki eftir fyri endurgjaldskravi og hóttanum úr [[USA|Sambandsríki Amerika]] og [[Stóra Bretland]]i, men fór í staðin at samráðast við onnur lond um [[Olja|oljusølu]], til dømis [[Italia]] og [[Týskland]].