Munurin millum rættingarnar hjá "New York City"

Content deleted Content added
Linja 40:
Tá ið amerikanarar bygdu síni tiltiknu háhús, eitt nú [[Empire State Building]] í 1929-31, og tríggjar brýr um [[Harlem River]] í býnum, varnaðust nakrir arbeiðstakarar av tilvild, at mohawk-indianarar av [[Irokesarar|irokesara]]-ætt toldu at arbeiða í fleiri hundrað metra hædd, uttan at ørilsi kom á teir. Ofta vóru tað indianarar og fólk úr teimum lægstu sosialu stættunum, ið fingu tann hættisliga kjansin. Byggifyritøkan skuldi brúka lyftarar, ið skuldu standa rættiliga langt uppi yvir Harlem River. Hesir indianarar gjørdu so sítt til, at hesi veldigu bygningsverkini vórðu liðug eftir mettíð. Irokesarar og mohawkar ræðast ikki hæddir og vórðu og verða brúktir sum serlærdir, sera fimir arbeiðarar hjá byggivinnuni.
 
===Yvirgangsálopið 11. sept.september 2001 ===
{{Høvuðsgrein|Yvirgangsálopið 9/11}}
[[Mynd:LOC_Lower_Manhattan_New_York_City_World_Trade_Center_August_2001.jpg|thumb|left|250px|Eyðkenni fyri New York eru høghúsini. Her síggja vit, hvussu tey reisa seg móti himni á [[Manhattan]]oynni.]]
Her síggja vit, hvussu tey reisa seg móti himni á [[Manhattan]]oynni.]]
Tann 11. sept. í 2001 var Sambandsríki Amerika rakt av yvirgangsatsókn. Fyrst fleyg eitt flogfar inn í norðara tornið á Manhattan, men 15 minuttir seinni, áðrenn nakar hevði funnið út av, hvat veruliga fór fram, fleyg eitt annað flogfar inn í hitt tornið. Ein tíma seinni rendi eitt triðja flogfar niður í Pentagon í Washington D.C. Hvørt ár síðan hendingina hevur minningarhald verið hildið í New York á ársdegnum