Munurin millum rættingarnar hjá "James Joyce"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Revolutionary Joyce.jpg|200px|thumbnail|Mynd av James Joyce. Fotografur: C. Ruf, Zurich, umleið 1918]]
'''James Augustine Aloysius Joyce''' ([[2. februar]] [[1882]] í Rathgar, [[Dublin]] – [[13. januar]] [[1941]] í [[Zürich]]) var ein [[Írland (oyggj)|írskur]] [[rithøvundur]] og [[yrkjari]].
 
Joyce er ein av teimum mest týðandi rithøvundunum í [[20. øld]]. Hann er føddur í [[Dublin]] sum tann elsti av 10 børnum, ið yvirlivdu barndómin, í einari katólskari familju, sum at byrja við kláraði seg rímuliga væl, men sum seinni kom illa fyri peningaliga. Sum seks-ára gamal kom hann á kostskúla hjá jesuittunum. Hann gekk á Belvedere College í Dublin frá [[1893]] til [[1897]]. Sum 16-ára gamal tók hann frástøðu frá katólsku trúnni. Í [[1898]] byrjaði hann at lesa á University College í Dublin, hann læs enskt, franskt, italskt og filosofi. Í 1903 fór hann til París har hann eftir ætlan skuldi lesa medisin og náttúruvísundi, men tað gjørdi hann ikki so nógv burturúr. Eftir nakrar mánaðir í París, noyddist hann heim aftur til Dublin, tí mamman var sjúk av krabbameini. Tað stuttu tíðina hann var í París settu tó síni spor, tað var har at hann lærdi um symbolistiskar og realistiskar bókmentir. Hann var so heima nakrir mánaðir eftir at mamma doyði, og forvann sær pening við at arbeiða sum ummælari, privatlærari og sangari, samstundis sum hann drakk illa. Hin 16. juni 1904 møtti hann fyri fyrstuferð Nora Barnackle, sum hann seinni giftist við (1931). Joyce skrivaði henda dagin inn í bókmentasøguna við at lata handlingina í Ulysses fara fram júst henda dagin (sum nú verður nevndur Bloomsday eftir høvuðspersóninum Leopold Bloom). Eftir stuttari tíð fóru tey bæði úr Írlandi, fyri bert at koma aftur at vitja av og á. Tey búðu fyri tað mesta í Trieste, París og Zürich. Tað fyrstu tíðina starvaðist Joyce fyrst og fremst sum mállærari, fyri at kunna klára seg peningaliga, hann undirvísti bæði á Berlitz-skúlum og privat, men hann bleiv eisini kendur fyri síni góðu evnir til at læna pening. Seinni gjørdist hann bundin av at fáa peningaliga stuðul, og tað var serliga tann enski bókaútgevarin Harriet Shaw Weaver sum syrgdi fyri, at hann kundi savna seg fullkomiliga um at skriva.