Munurin millum rættingarnar hjá "Ruanda"

Content deleted Content added
leinkjur
Linja 33:
== Søga ==
 
Stríð ímillum fólkasløg hevur merkt søgu Ruanda. Í [[1962]] tók fjølmentara fólkið, nevnt [[hutufólkið]], ræði frá [[tutsifólkinum]], ið hevði rátt har í stívliga 500 ár. Mong tutsifólk flýddu til grannalondini. Í [[1990]] leyp [[Frælsisrørsla Ruanda]] (RPF), ið tutsifólki stóð á odda fyri, á úr [[Uganda]]. Samráðingar vóru um at brýta valdið ímillum bæði fólkasløgini, men í [[1994]] doyði forsetin í Ruanda, [[Juvénal Habyarimana|Juvenal Habyarimana]] ([[8. mars]] [[1937]] – [[6. apríl]] [[1994]]), í flogvanlukku; hildið verður, at menn úr forsetahirðini, høvdu skyldina í flogvanlukkuni. Ógvisligt stríð brast á aftur partanna millum, tað endaði í ræðuligum blóðbaði, og fleiri enn 200.000 fólk - mest tutsiar - vórðu dripin. Hundraðtúsundtals fólk, mest hutufólk, flýddu til [[Tansania]] og [[Kongo]].
 
== Fólkið ==