Munurin millum rættingarnar hjá "Ruanda"

Content deleted Content added
No edit summary
leinkjur
Linja 33:
== Søga ==
 
Stríð ímillum fólkasløg hevur merkt søgu Ruanda. Í [[1962]] tók fjølmentara fólkið, nevnt [[hutufólkið]], ræði frá [[tutsifólkinum]], ið hevði rátt har í stívliga 500 ár. Mong [[tutsifólk]] flýddu til grannalondini. Í [[1990]] leyp [[Frælsisrørsla Ruanda]] (RPF), ið [[tutsifólki]] stóð á odda fyri, á úr [[Uganda]]. Samráðingar vóru um at brýta valdið ímillum bæði fólkasløgini, men í [[1994]] doyði forsetin í Ruanda, [[Juvenal Habyarimana]] ([[8. mars]] [[1937]] – [[6. apríl]] [[1994]]), í flogvanlukku; hildið verður, at menn úr forsetahirðini, høvdu skyldina í flogvanlukkuni. Ógvisligt stríð brast á aftur partanna millum, tað endaði í ræðuligum blóðbaði, og fleiri enn 200.000 fólk - mest [[tutsiar]] - vórðu dripin. Hundraðtúsundtals fólk, mest [[hutufólk]], flýddu til [[Tansania]] og [[Kongo]].
 
== Fólkið ==
 
Í [[1994]] var fólkadráp framt í Ruanda, og um 800.000 fólk vórðu myrd eftir bert 100 døgum. Í Ruanda eru tveir ættarbólkar, [[hutuar]] sum eru um 84 prosent av fólkinum og [[tutsiar]], sum eru um 15 prosent. Ein lítil bólkur av [[hutuar]]umhutuarum stóðu fyri drápunum, og teir nýttu m.a. miðlarnar at heita á [[hutuar]] um at gera sína skyldu at drepa [[tutsiar]]. Miðlarnir høvdu tí ein ræðandi leiklut. Málið er nú at nýta miðlarnar positivt. Hetta skal gerast við at førleikamenna børn, ung og fjølmiðlafólk, sum skulu lýsa og umrøða evnir, sum hava við børn og ung at gera.
 
Ruanda er av fjølbygdastu londum í [[Afrika]], og fólkið fjølgast skjótt. Flestu konur í Ruanda eiga seks børn; í ríku ídnaðarlondunum eiga konurnar eitt ella tvey børn. Men fá fólk í Ruanda liva, til tey eru farin um 50 ár. [[Miðallívsævi]]n í landinum er bara 49 ár. Sjúkur sum [[malaria]] og [[eyðkvæmi]] (AIDS) eru vanligar, heilsuverkið er lítið ment, sjúkraviðgerð er ikki ókeypis, tí hava fá ráð at fara til lækna.