Munurin millum rættingarnar hjá "Nólsoy"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
Hon'''Nólsoy''' er ein av smáu [[Oyggjar í Føroyum|oyggjunum í Føroyum]], 10 km² til víddar, og liggur stutt eystan fyri høvuðsstaðin [[Tórshavn]]. Hóast Nólsoy er 371 metrar høg, so er hon tann lægsta av øllum 18 oyggjunum í Føroyum, nakað sum nólsoyingar javnan minna fólk á.
 
{{Infoboks_Oyggj|
Linja 15:
 
Um ár [[1400]] er navnið á oynni skrivað ''Nors-oy'', og málfrøðingar halda navnið hava fornnorrønan uppruna í týdninginum tann smala ella mjáa oyggin. Serliga mjá og lág er hon, har bygdin liggur. Ja, tá ódnarveður er eystaneftir, hendir tað seg, at tað brýtur tvørtur um tað lægsta.
Mitt í bygdini, har oyggin er smalast, var inntil [[1984]] ''Holið''. Hol kom í oynna umleið 1900, tá lendið byrjaði at máast undan av veðri og sjógvi. Fyrrapartin mánadagin [[4. oktober]] 1984 var so nógv máað undan, at holið datt saman. Í dag er fótbóltsvøllur, har Holið var.
 
Í [[1893]] bygdi danska ''[[Farvandsvæsenet]]'' vita syðst á Nólsoy, og er hann tann størsti í [[Danmark|danska kongaríkinum]]. Fólkatalið í oynni, tá ið tað var størst ([[1970]]), var um 350, men sum í øllum teimum smáu oyggjunum er tað minkað, og nú búgva umleið 250 fólk í Nólsoy.