Munurin millum rættingarnar hjá "Kristoffur Kolumbus"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
leinkja
 
Linja 4:
Okkurt bendi á, at hann vildi gerast viðgitin og ríkur. Hann var ikki nøgdur við at vera av fátækum fólki, tí lætst hann at vera av ríkum fólki, og hann segði seg hava fingið útbúgving. Í nøkur ár búði hann í [[Portugal]], har hann giftist eini ríkari gentu. Tá sá hann, hvussu tey ríku livdu, og hugurin at gerast viðgitin og ríkur vaks. Øll vistu, at stór ríkidømi vóru í [[Asia|Ásia]], og nógvir vísindamenn vóru ikki í iva um, at tað bar til at koma til Ásia, um tú sigldi vestureftir. Men eingin hevði roynt at sigla tann vegin. Kolumbus varð meira og meira sannførdur um, at tað læt seg gera. Hann var so spentur at prógva tað, at hann í næstan tíggju ár royndi at fáa ymisk lond at gjalda ferðina. Og at enda eydnaðist tað at fáa sponsku kongshjúnini at játta.
 
Í [[apríl]] [[1492]] vórðu skjølini undirskrivað, og Kolumbus fór at fyrireika sína fyrstu ferð. Á síni fyrstu ferð kom hann til [[Bahamasoyggjarnar]], [[Kuba]] og [[Hispaniola]]. Men ferðin eydaðist ikki so væl. Hann hevði nøkur innfødd við sær, tá ið hann kom heimaftur til [[Spania]], og hann visti nógvar spennandi søgur at siga um tað, hann hevði funnið. Men tað nógva kryddvørurnar og gullið, sum hann hevði droymt um, fann hann ikki. Kolumbus var tí vísur í, at hann fór at finna ríkidømi, um hann slapp einaferð aftrat. [[Isabella]] og [[Ferdinand]] stuðlaðu honum, og hann slapp tríggjar ferðir aftrat. Á hesum ferðum fann Kolumbus [[Trinidad og Tobago|Trinidad]], [[Jameika]] og fleiri lond í [[Miðamerika]]. Tað stóra ríkidømi fann hann ongantíð, men til sín doyggjandi dag í [[1506]] var hann vísur í, at tað var Ásia, hann var komin til.
 
[[Bólkur:Italiarar]]