Munurin millum rættingarnar hjá "Butan"

Content deleted Content added
No edit summary
→‎Fólkið: rættaði stavivillu
Linja 34:
Um 70 % av fólkinum í Butan er [[drupukar]], ið eru ættaðir úr [[Tibet]]. [[Drupukar]]nir tala [[Dzongkha mál|dzongkha]], almenna [[mál]]ið í Butan, sum er skylt við [[Tibetanskt mál|tibetanskt]]. Í [[1990]] elvdu samanbrestir ímillum [[drupukar]] og [[lotsampafólk]]ið, ið er ættað úr [[Nepal]], til harðligar mótmælisgongur ímóti kongsveldinum. Hetta hevði við sær, at Butan varð stongt fyri útlendingum.
 
Meginparturin av fólkinum í Butan býr á bygd og livir av landbúnaði. Flestu fólk á bygd eru bøndur, men nøkur eru eisini handverkarar, til dømis vevarar ella leirkerasmiðir. Húsini eru smá, og har eru bara eitt ella tvey rúm. Flestu bøndur í hálendinum í Butan liva av neytahaldi. Harðføra, síðullaða jakneytið er óført reiðdýr og tolir ógvuliga væl kulda. Jakullin verður spunnin og vovin til klæði og tjalddúkar, og halin verður nýttur sum veiftra ella kustur. Butanar eta jakkjøt, kirna smør og kæsa ost av mjólkini og turka myrkjunamykjuna til brenni.
 
Í Butan verður viðgongd máld í mun til økologiska, etiska og andaliga menning. Moralur og upplýsingarstøði telja meira enn materiell vælferð. Buddhistisk virði eru varðveitt. Kongurin [[Jigme Khesar Namgyel Wangchuck|Wangchuk]] sigur, at "brutto tjóðareydna hevur størri týdning enn bruttotjóðarframleiðsla".
 
53 % av fólkinum eru ikki lesifør.<ref>[https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/ CIA World Factbook]</ref>
 
== Búskapur ==