Munurin millum rættingarnar hjá "Sýria"

Content deleted Content added
No edit summary
Replacing Flag_of_Syria.svg with File:Flag_of_the_United_Arab_Republic.svg (by CommonsDelinker because: Duplicate: Exact or scaled-down duplicate: c::File:Flag of the United Arab Republic.svg).
Linja 1:
[[File:Coat of arms of Syria.svg|right|150px]]
[[File:Flag of Syriathe United Arab Republic.svg|right|200px]]
[[Mynd:Syria in its region (claimed).svg|thumb|right|250px|Kort.]]
'''Sýria''', eisini '''Sýrialand''', ([[Arabiskt mál|arábiskt]]: سورية ''sūriyya'' ella سوريا ''sūryā''), alment '''Sýriskt Arábiska Lýðveldið''' ([[Arabiskt mál|arábiskt]]: الجمهورية العربية السورية), er eitt [[Asia|vestur asiatiskt]] land í [[Miðeystur|Miðeystri]] ið hevur mark til [[Ísrael]], [[Libanon]], [[Jordan]], [[Irak]], [[Turkaland]] og [[Miðjarðarhav|Miðalhavið]]. Sýria er gamalt land, og høvuðsstaðurin [[Damaskus]] er av elstu býum í heiminum. Av tí at mangir týdningarmiklir handilsvegir vóru ígjøgnum Sýria, stóð landið ofta undir fremmandum valdsharrum, t.d. [[Rómverjaríkið|rómverjum]], arábum, [[Grikkaland|grikkum]] og [[Turkaland|turkum]]. Eftir [[Fyrri veraldarbardagi|fyrra heimsbardaga]] varð Sýria [[Frankaríki|franskt]] varðland, til tað fekk fult frælsi í 1946. Síðan tá hevur Sýria mangar ferðir verið við í kríggjum ímóti [[Ísrael]]. Flestu sýrar eru [[muslimar]] og tala [[Arabiskt mál|arábiskt]]. Flestir sýrar eru [[Sunni Islam|sunni-muslimar]], ið er størsti islamski trúarflokkurin; men aðrir muslimskir trúarbólkar eru eisini, m.a. [[Shia Islam|shiar]], ismaliar og alavitar. Alavitar trúgva ikki bara á islam, men hava eisini tikið úr [[Kristindómur|kristindóminum]] til sín. Til dømis halda teir bæði [[jól]] og [[páskir]]. Í gomlum døgum varð ofta søkt at alavitum; men nú eru mangir vorðnir ríkir og máttmiklir. Assad forseti er alaviti.