Munurin millum rættingarnar hjá "Thor Heyerdahl"

Content deleted Content added
nýggj síða
 
mynd
Linja 6:
Thor Heyerdahl er best kendur fyri at prógva, at mannasøgnin um eina ferð á flaka tvørtur um [[Kyrrahavið]] hjá maður, sum æt [[Kon Tiki]], kundi vera sonn. Søgnin sigur, at Kon-Tiki og hansara fólk sigldu á flakum úr [[Suðuramerika]] tvørtur um Kyrrahavið, fleiri túsund kilometrar móti vestri til [[Polynesia]], har tey búsettast á nøkrum oyggjum.
 
[[Mynd:Expedition Kon-Tiki 1947. Across the Pacific. (8765728430).jpg|thumb|left|Flakin "Kon-Tiki" í 1947.]]
Fyri at prógva, at slík vandamikil ferð yvir Kyrrahav veruliga kundi gerast við einum flaka, gjørdi hann sær flaka av balsaviði, líkan teimum flakum, sum [[Upprunafólk í Norður- og Suðuramerika|upprunafólkið]] í [[Perú]] nýtti. Flakan kallaði hann Kon-Tiki. Tann [[28. apríl]] í [[1947]] legði hann út av Perú sjálvur sætti vestur í hav. Tann [[7. august]] sama ár var hann komin 8000 kilometrar vestur úr Suðuramerika. Tá strandaði hann á [[Raroia ]]-rivinum og slapp upp á [[Taumotuoyggjar]]. Soleiðis hevði hann prógvað, at tað ber til at koma á flakum úr Suðuramerika í Kyrrahavsoyggjarnar.<ref>[https://snl.no/Kon-Tiki Kon-Tiki], snl.no</ref>
 
== Ávísingar úteftir ==