Munurin millum rættingarnar hjá "Páskaoy"

Content deleted Content added
víðkaði greinina
Linja 9:
| viðmerkingar =
}}
'''Páskaoy''' ([[Spanskt mál|spanskt]]: ''Isla de Pascua'', [[rapa nui]]: ''Rapa Nui'' <ref>[http://snl.no/P%C3%A5ske%C3%B8ya Påskeøya], snl.no</ref>) er ein [[Kyrrahavsoyggjar|kyrrahavsoyggj]], ið er [[hjáland]] til [[Kili]]. Almennu málini eru tvey í tali, [[Spanskt mál|spanskt]] og [[rapa nui]]. Navnið gav ein niðurlendskur sjófari (Jakob Roggeveen) henni, tí hann kom hagar [[Páskadagur|páskadag]] 1722 <ref>http://www.etymonline.com/index.php?term=Easter+Island</ref>. Oyggin er gitin fyri veldugu standmyndirnar í tí berliga landslagnum. Standmyndirnar kallast ''Moai''. Forfedrar polynesiamanna høgdu tær í grót fyri stívliga 1000 árum síðan.
 
===Hvussu oyggin fekk navnið Páskaoy ===
[[Mynd:AMH-6903-KB_Map_of_the_voyage_to_the_'South_Land'_by_Jacob_Roggeveen.jpg|thumb|left|Rannsóknarferð hjá Roggeveen árini 1721 og 1722]]
[[Niðurlond|Niðurlendski]] sjófarin Jacob Roggeveen (1659-1729) gjørdi eina rannsóknarferð til [[Kyrrahavið]] árini 1721 og 1722.
Hann leitaði eftir einum møguligum ókendum [[Heimspartur|heimsparti]] ið hann kallaði "Zuydland" á kortinum, sum varð gjørd aftaná ferðina.
Latínska heiti var ''Terra Australis Incognita'', ið merkir 'Ókenda landið fyri sunnan'.
 
Meðan Roggeveen leitaði, fann hann eina ókenda oyggj tann 5. apríl 1722.
Av tí at tað var [[Páskadagur|páskadagur]] hendan dagin, kallaði hann oynna "Paasschen eiland",
sum merkir Páskaoy á [[Niðurlendskt mál|niðurlendskum]].<ref>[http://www.osterinsel.de/11-jacob-roggeveen.htm Jakob Roggeveen - Der Mann, der der Osterinsel seinen Namen gab], osterinsel.de</ref>
 
== Høvuðsstaðurin ==
[[Mynd:Hanga Roa Harbour.jpg|thumb|left|Havnin í Hanga Roa]]
Line 25 ⟶ 36:
 
== Søga ==
[[Mynd:Easternislands2.jpg|thumb|220px|Standmyndirnar á Páskaoynni eru ovurstórar, úr 3 upp í 12 m. høgar og ógvuliga tungar. Størsta standmyndin, sum er higartil funnin, vigar 84 tons <ref>[http://www.travel-amazing-southamerica.com/easter-island.html Easter Island], travel-amazing-southamerica.com</ref>.]]
Polynesar búsettu seg á oynni í [[6. øld]]. Tey livdu av taro, søteplum, bananum og graskerum, sum tey sjalv dyrkaðu, og tey hildu eisini bæði svín og høsn. Tey bygdu rætthyrntar pallar, nevndir ''ahu'', fram við strendurnar. Men gulløldin við minnisvarðum og standmyndum á Páskaoynni var ikki fyrr enn seinni, um [[1300]], tá ið fólkið á oynni gjørdu hundraðtals pallar og reistu stórar, høgdar standmyndi á teimum. Pallarnir vóru stórir og síðan, sum vendi út ímóti [[Sjógvur|sjónum]], var hál og slætt, tí sjógvurin alsamt runaði eftir henni. Hvør pallur var 45 m. langur, og á honum stóðu 15 standmyndir. Eingin veit, hví standmyndirnar vórðu gjørdar, men tær eru helst gjørdar av [[Átrúnaður|átrúnaðarligum]] grundum.