Munurin millum rættingarnar hjá "Kol"

Content deleted Content added
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
 
Linja 1:
[[Mynd:Coal_anthracite.jpg|thumb|right|210px|[[Antrasitt]], harðasta kolslag,ið er til. Av tí at antrasitti er meiri kolevni, tað hitar betur og rýkur minni enn nakað annað kolslag, er antrasitt virðismesta kolið, ið til er.]]
[[Mynd:Us_coal_regions_1996.png|thumb|right|250px|Kolaøkið í [[USA]]; øki, har kol verður høgt. Ógvuliga nógv kol er í USA; í m.a. [[Montana]], [[Wyoming]] og [[Vesturvirginia]] er nógv kol.]]
'''Kol''' er eitt slag av [[legugrýti]], ið stavar frá steinrunnum í [[Plantur|plantuleivdum]]. Kol hevur verið høgt líka síðan [[miðøld]]; í [[Føroyum]] tó hey síðan [[17. øld]]. Nøkur nám, sum tey føroysku, eru opin út í lendið, men aðrastaðni liggja tey flestu námini langt undir jørð. Nú á døgum verður nógv framkomin útgerð nýtt í flestu kolanámum í t.d. [[USA]] og [[Evropa]]. Kol liggur ofta í lindum millum aðrar jarðlindir. Í [[Suðuroy]] eru flestu staðir tvær kolalindir, við leirlindum bæði undir, yvir og ímillum. Skilt verður millum tvey sløg av føroyskum koli, [[strípukol]] og [[nýrakol]]. Fólk hava í øldir brent kol til matgerð og hita. Alla [[19. øld]] var kol størsta orkukeldan í heiminum. Dampmaskinurnar, ið elvdu ídnaðarkollveltingina, vóru kolfýrdar. Enn verður nógv kol brent, eisini í elverkum at gera [[Streymur|streym]]. Kol er eisini týdningarmikið ráevni í mongum ídnaði, serliga stál- og [[Jarn|jarnídnaði]]. Kol er uml. 80 til 90 % reint kolevni ella karbon. Tað verður eisini nevnt steinrunnið brennievni, tí tað er komið av plantum, sum vuksu fyri nógvum mió. árum síðan. Í føroyskum koli eru m.a. leivdir av ovurstórum furutrøum, sum vuksu her fyri einum 50 mió árum síðan. Enn er nóg mikið av koli til orku í mong hundrað ár aftrat. Men mong stúra, tí kol dálkar illa, tá ið tað verður brent.
 

Liggur kolið ovarlaga, verður tað brotið í opnum námum. Fyrst verður grivið omanav, og so verður kolið brotið. Men oftast liggja kolalindirnar so djúpt, at hetta ikki ber til. Tá verður ein gong grivin niður á kolið, og síðan verður grivið inn eftir kolalindunum. Væl inn í okkara øld varð kol mest nýtt at hita upp við og at kynda undir guvumaskinum í verksmiðjum, skipum og tokum. Seinastu tíðina hava diesel- og [[olja]]-motorar tikið yvir. Nú hevur kol trý høvuðsnýtsluøki: sum brenni í hitakraftverkum, at bræða [[jarn]] við og sum ráevni í karbokemiska ídnaðinum, t.v.s. at vinna úr tí ymiskar [[evnafrøði]]ligar sambindingar, sum verða nýttar at gera t.d. oljur, litevni, plast, sproytievni, kunsttøð, o.a.