Munurin millum rættingarnar hjá "Tibet"

Content deleted Content added
No edit summary
Replacing Tibet_in_China_(undisputed_+_other_de-facto_hatched)_(+all_claims_hatched).svg with File:Tibet_Autonomous_Region_in_China_(undisputed_+_other_de-facto_hatched)_(+all_claims_hatched).svg (by CommonsDelinker because
Linja 1:
[[File:Tibet Autonomous Region in China (undisputed + other de-facto hatched) (+all claims hatched).svg|thumb|right|220px|Tibet.]]
'''Tibet''' ([[Tibetanskt mál|tibetanskt]]: བོད, [[Kinesiskt mál|kinverskt]]: 西藏) er ein landslutur í [[Fólkalýðveldinum Kina]]. Allastaðni í landslutinum standa kloystur, og ein fjøld av fólkinum eru munkar. Landslagið í Tibet er í støðum ógvuliga vakurt, og her ganga rættiliga nógvir seyðir, jakkoksar og neyt. Hetta sæst eisini aftur í tibetanska matinum, har jakkoksakjøt, -mjólk, -ostur og -smør eru rættiliga vanlig. Tibetanski háslættin, ið fevnir um bæði Tibet, kinesiska landspartin Qinghai og partar av India, hevur nógv fjøll, men eisini stórar, slættar víddir. Miðalhæddin á háslættanum, sum viðhvørt verður nevndur ‘heimsins tak’, er hægri enn 4.500 metrar. Fleiri tibetansk tempul eru bygd inn í holur í fjøllunum. Í Tibet gerst myrkt rættiliga seint, tí Kina hevur bert eina [[Tíðarsonur|tíðarsonu]], hóast landið er so ógvuliga stórt, og tíðarmunurin millum Tibet og grannalondini beint vestan fyri markið er 2-3 tímar. Á sama longdarstigi sum Kina hevur [[Russland]] fimm ymiskar tíðarsonur.