Munurin millum rættingarnar hjá "Rhode Island"

Content deleted Content added
Linja 39:
==Landafrøði==
[[Mynd:Beachesrismall.JPG|thumb|right|400px|Kort av Rhode Island.]]
State of Rhode Island and Providence Plantations er tann minsti lutstatur í Sameindu Statunum, USA. Til støddar er Rhode Island sum [[Luksemborg]] í [[Beneluks]]. Lutstaturin fevnir um eitt øki á 4,002 km². Rhode Island er eitt heilt lítið stakríki á eysturstrondini í Ný Onglandi við Atlantshav. Tað hevur mark ímóti Massachusetts og Connecticut. Í Rhode Island eru umleið 38 oyggjar; størsta oyggin kallast [[Aquidneck Island]] ella ''Rhode Island''. Aðrir stórar oyggjar eru t.d. Conanicut Island, Block Island, Prudence Island, Goat Island, v.f. Á Aquidneck Island, sum eisini verður nevnt Rhode Island og er 98 ferkilometrar til støddar, búgva 58.000 fólk. Flestu fólkið búgva sosatt ikki á oyggjunum, men í ''Providence Plantations'' (á meginlandinum m.a. í størstu býurin Providence og økinum rundanum). Staturin er landafrøðiliga býtt í tvey. Meðan eysturpartin av statinstatinum hevur eitt landslag eyðkent við sínum vøkrum strondum, oyggjar og sker, er vesturparturin av Rhode Island mest sum alt skógarlandslag. So lágt er lendið, at hægsti heyggjurin, [[Jerimoth Hill]], er ikki hægri enn 247 m.
 
===Oyggjar===