Munurin millum rættingarnar hjá "Kolumbia"

Content deleted Content added
No edit summary
Landafrøði og myndir
Linja 27:
}}
 
'''Kolumbia''' ('''República de Colombia''') er eitt land í útnyrðingshorninum av [[Suðuramerika]]. Landið hevði havt umleið 46,4 mió. íbúgvar í 2012. Høvuðsstaðurin er [[Bogotá]] og tað er eisini størsti býur í Kolumbia. Høvuðsmálið er [[spanskt mál|spanskt]]. Kolumbia er 1.138.914 km² stórt og landið hevur mark í útnyrðing við [[Panama]], í eystri við [[Venesuela]], í landsynning og suðri við [[Brasil]] og í útsynning við [[Peru]] og [[Ekvador]]. Síðan 1819, tá ið Kolumbia gjørdist sjálvstøðugt ríki, hevur javnan verið [[borgarakríggj]], og seinastu árini hevur verið blóðugt stríð ímillum [[Narkotika|drøggfelagsskapir]], sum stríðast um vald. Vinstravíðgongda uppreistrarliðið [[FARC]] hevur barst móti kolumbisku stjórnini síðan 1964, og tað er harvið longsta vápnaða stríðið í [[Latínamerika]]. Einki annað land í heiminum dyrkar so nógv [[kokain]] sum Kolumbia. Stóru áirnar, t.d. [[Orinocoá]] og [[Amasoná]], eru týdningarmiklar vøruflutningsleiðir.
 
== BúskapurLandafrøði ==
[[Mynd:Chundwa (pico Colon).jpg|thumb|left|Pico Cristóbal Colón]]
[[Mynd:Rio Magdalena map.png|thumb|left|Áin Magdalena]]
[[Mynd:Amanecer_Sierra_Nevada_de_Santa_Marta.jpg|thumb|left|Pico Simón Bolívar]]
 
Kolumbia er 1.138.914 km² stórt og landið hevur mark í útnyrðing við [[Panama]], í eystri við [[Venesuela]], í landsynning og suðri við [[Brasil]] og í útsynning við [[Peru]] og [[Ekvador]].
 
Oman úr fjøllunum renna nógvar áir. ''Rio Magdalena'' eitur longsta áin í Kolumbia. Hon kemur úr fjøllunum suðuri í landinum og rennur norður ígjøgnum Kolumbia út í [[Karibiahav|Karibiahavið]]. Áin er 1.540 km long.
 
Hægstu fjøllini standa norðuri í landinum, tætt við markið til Venesuela. Teir hægstu tindarnir eru ''Pico Cristóbal Colón'' og ''Pico Simón Bolívar'', sum báðir eru 5.775 metrar høgir.
 
== Búskapur ==
Nógv veðurlagsbelti eru í Kolumbia, og tí ber til at hava ein ógvuliga fjølbroyttan [[Landbúnaður|landbúnað]]. Í mong ár var [[kaffi]] høvuðssútflutningsvøra landsins, og Kolumbia dyrkar, næst eftir [[Brasil]], mesta kaffi í heiminum. Tá ið berini eru hentað, verða tey latin í stórar kassar og sett at turka í [[sólin]]i. Av tí at kaffiprísurin alsamt er fallin á heimsmarknaðinum, hevur Kolumbia verið noytt at leggja dent á at dyrka aðra grøði til útflutnings, t.d. sukur, bananir, [[bummull]] og blómur. [[Olja|Oljuvinnan]] hevur fingið stóran týdning í búskapinum í Kolumbia, eftir tað at nógv olja varð funnin í ein landnyrðing úr [[Bogotá]]. Á oljureinsiverkum, sum tí í býnum [[Barrankuilla]], verður ráoljan gjørd til brennievni til [[bilar]] og [[Flogfar|flogfør]]. Eisini er nikkul funnið og ovurstórar kolalindir, tær størstu í [[Latínamerika]]. [[USA]], [[Týskland]] og [[Japan]] eru størstu handilsfelagar hjá Kolumbia.