Munurin millum rættingarnar hjá "Kolumbia"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 27:
}}
 
'''Kolumbia''' ('''República de Colombia''') er eitt land eitt land í útnyrðingshorninum av [[Suðuramerika]]. Landið hevði havt umleið 46,4 mió. íbúgvar í 2012. Høvuðsstaðurin er [[Bogotá]] og tað er eisini størsti býur í Kolumbia. Høvuðsmálið er [[spanskt mál|spanskt]]. Kolumbia er 1.138.914 km² stórt og landið hevur mark í útnyrðing við [[Panama]], í eystri við [[Venesuela]], í landsynning og suðri við [[Brasil]] og í útsynning við [[Peru]] og [[Ekvador]]. Síðan 1819, tá ið Kolumbia gjørdist sjálvstøðugt ríki, hevur javnan verið [[borgarakríggj]], og seinastu árini hevur verið blóðugt stríð ímillum [[Narkotika|drøggfelagsskapir]], sum stríðast um vald. Vinstravíðgongda uppreistrarliðið [[FARC]] hevur barst móti kolumbisku stjórnini síðan 1964, og tað er harvið longsta vápnaða stríðið í [[Latínamerika]]. Einki annað land í heiminum dyrkar so nógv [[kokain]] sum Kolumbia. Stóru áirnar, t.d. [[Orinocoá]] og [[Amasoná]], eru týdningarmiklar vøruflutningsleiðir.
 
== Búskapur ==