Munurin millum rættingarnar hjá "Franska Gujana"

Content deleted Content added
Replacing French_Guyana_SVG.png with File:French_Guyana_COA.png (by CommonsDelinker because: File renamed:).
No edit summary
Linja 12:
|løgmaður= [[Rodolphe Alexandre]]
| forseti_heitið = Forseti Fraklands
| forseti = [[FrançoisEmmanuel HollandeMacron]]
| vídd = 83,534
| vatn = 0,02 %
Linja 30:
 
== Búskapur ==
Búskaparliga er Franska Gujana tættttætt knýtt at Fraklandi og fær meginpartin av inntøkum sínum haðan. Hetta hevur við sær, at húskorini eru ímillum tey bestu í Suðuramerika. Gullmálmur er at finna í skóginum, men tað er torført at útvinna hann, tí har eru næstan eingir vegir. Franska Gujana hevur einki vegasamband við grannalondini Brasil og Surinam. Á marknastøðunum mugu ferðandi fara við báti tvørtur um marknaráirnar. Á trimum oyggjum úti fyri strondini á Fronskum Gujana var til 1953 ein illa gitin revsilega. Tann størsta oyggin eitur Djevlaoyggin. Í 100 ár sendi hjálandaveldið Frakland 75.000 revsifangar út hagar. Talan var um landasvíkjarar, brotsmenn og herrýmingar. Einans trý prosent av teimum komu frá teimum ræðuligu korunum á lívi. Nær við ta gomlu revsileguna á oyggjunum úti fyri Fronskum Gujana er nú á døgum ein tann týdningarmesta inntøkukeldan í landinum. Tað er ein rúmdarstøð, har [[ESA]], tann Evropeiski rúmdarfelagsskapurin, sendir síni [[Rúmdarferja|rúmdarfør]] út í rúmdina. Fleiri enn 15.000 fólk búgva og starvast í Kourou, ið er rúmdarstøð hjá Evropeiska rúmdarsambandinum (ESA). Haðan verða arianerakettir skotnar út í rúmdina við [[Fylgisveinur|fylgisveinum]] og sondum.
 
Arbeiðsloysið er stórt, men nógv vóna, at vaksandi [[ferðavinna]] fer at skapa arbeiðspláss. Tað, sum kann draga ferðafólk hendan vegin, er fyrst og fremst náttúran: Har eru 1300 sløg av [[trø]]um, 190 sløg av [[súgdýr]]um, 720 [[Fuglur|fuglasløg]] og 480 [[Fiskur|fiskasløg]]. Mesta fólkið býr fram við strondini, so meginparturin av landinum er ónomin [[Regnskógur|tropiskur regnskógur]] við ógvuliga nógvum og fjølbroyttum [[Plantur|plantu]]- og [[dýr]]alívi, har er t.d. [[oselotur]], [[jaguarur]], [[puma]] og satt [[skriðdýr]]ameingi.