Munurin millum rættingarnar hjá "Kalifornia"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 33:
 
== Landafrøði ==
[[Mynd:CalaverasBigTrees2.jpg|thumb|left|170px|Risatrø í [[Calaveras Big Trees]]-parkini í [[Arnold]], Norðurkalifornia.]]
[[Mynd:SF_From_Marin_Highlands3SF From Marin Highlands3.jpg|thumb|right|260px|[[Golden Gate brúnni|Golden Gate Bridge]] í [[San Francisco]]. [[San Francisco]] er bygdur á 43 heyggjum.]]
Í Kyrrahavsstrondini flyta stórbýir sum [[San Francisco]] og [[Eureka]] út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini [[Hollywood]], háborgin hjá [[Filmur|filmídnaðinum]], og [[Silicon Valley]] í Norðurkalifornia, sum er miðdepil fyri hátøkniligari [[Telda|teldumenning]]. Inni í statinum er heitt og slætt, har eru ring gróðrarlíkindi. Har býr lítið fólk nú á døgum, hóast kaliforniska upprunafólkið, [[Upprunaamerikanarar|indiánarnir]], dugdu at lívbjarga sær í teimum vánaligu umstøðunum. Tær størstu oyggjarnar eru [[Santa Cruz Island]] (254 km<sup>2</sup>), Santa Rosa Island (209 km<sup>2</sup>) og [[Santa Catalina Island]] (194 km<sup>2</sup>).
 
Linja 42:
 
=== Jarðfrøði ===
 
Fólkið í Kalifornia livir í støðugum ótta fyri [[Jarðskjálvti|jarðskjálvta]]. Økið er beint á markinum ímillum tvær meginlandaplátur. Tá ið hesar plátur renna saman, skelvur [[jørðin]], og tað kann vera atvold til, at hús og vegir verða oyðiløgd, og stórskaði kann standast av tí. Ilt er at boða frá jarðgerð, skuldu tey komið illa fyri av jarðskjálvta. San Andreas-umskaringin sker seg 1207&nbsp;km ígjøgnum Kalifornia og fer ígjøgnum býirnar [[San Francisco]] og [[Los Angeles]]. Hundraðtals aðrar smáar rivur elva til, at tað javnan eru veikir skjálvtar í jørðini.
 
Line 48 ⟶ 47:
 
== Søga ==
 
=== Indiánar ===
[[Mynd:2009_07_09_camino_cielo_paradise_1372009 07 09 camino cielo paradise 137.jpg|thumb|right|250px|Chumash piktogramm í Santa Barbara. Chumash tekin verða kallað piktogramm.]]
Nógvar ymiskar indiánaættir vóru í Kalifornia. Helst hava forsøgulig fólk verið í Kalifornia frá um 10&#8239;000&nbsp;f.Kr. Flestu teirra veiddu, veltu og fiskaðu. Kendar ættir eru til dømis mohave, shoshone, comanche, paiute og chumash, sum til dømis búðu á [[Santa Catalina Island]]. Tey sigldu í sjógóðum træbátum. Tey vóru tað, vit rópa savnarar og lægri veiðumenn. Tey veiddu tað, ið var fyri av djórum, og tað vóru mest øll smádjór, tey yvirhøvur kundu fáa fatur á. Tey savnaðu so eisini saman tær [[plantur]], ið bar at fáa fatur á. Tey gróvu røtur upp, men nógvastaðni har um vegir er gróðurin so kargur, at sandur og eyrur er millum sjálvt gróðurbeltini, og vanliga vaksa planturnar bara í túgvum. Hetta vísti seg eisini í teirra samfelagsskipan. Hesir indianarar høvdu helst eina fatan av, at teir hoyrdu saman, men teir livdu bara í heilt smáum samfeløgum, sum heild sum stórfamiljur. Og ofta hava hesir indianararnir, eitt nú shoshonarar, ikki verið meira enn einir fimtan í tali í hvør sínum bólki. Tað var neyðugt hjá hesum bólkum, at halda saman, tí tað ber ikki til at hava stóra fólkamiðsavnan, har lítið er at liva av.