Munurin millum rættingarnar hjá "Gorfuglur"

Content deleted Content added
No edit summary
→‎Útbreiðsla: rættaði stavivillu
Linja 25:
 
== Útbreiðsla ==
Gorfuglur helt upprunaliga til í økinum frá landnyrðings [[USA]], fram við eystutstrondinieysturstrondini á [[Kanada]], [[Grønland]]i, [[ísland]]i, [[Føroyum]], [[Írland]]i, [[Bretland|Bretsku oyggjunum]], [[Noreg]]i, [[Frakland]]i og niður til [[Spania|Norðurspania]]. Ósemja hevur verið, um gorfuglur yvirhøvur áttí Føroyum, men frásagnir benda á, at hann átti í Føroyum fram til [[18. øld]]. Tá vit koma fram til [[19. øld]], er hann horvin sum búfuglur, og sambært týska fuglafrøðinginum [[Carl Julian von Graba|Graba]], sum vitjaði í Føroyum í [[1828]], mintust bara nøkur gomul fólk seg at hava sæð gorfugl um "Vestmannaleiðina".<ref>J. Carl Julian von Graba, ''Tagebuch, geführt auf einer Reise nach Färö im Jahre 1828. Perthes & Besser, Hamburg 1830''</ref> Gorfuglur átti í stórum tali í Íslandi, Grønlandi, Nýfundlandi og summum skotskum oyggjum, t.d. [[St. Kilda]]. Gorfuglur var feitur og góður matur, og tí varð hann veiddur allastaðni, har hann helt til, og við tíðini avoyddur. Alment verður sagt, at teir seinastu vórðu fingnir á [[Eldey]] í Íslandi í 1844; men ein skal vera sæddur í Nýfundlandi í 1852 og kanska í Grønlandi so seint sum í 1870'unum.
 
== Gorfuglur í Føroyum ==