Munurin millum rættingarnar hjá "Karl Marx"

Content deleted Content added
s Málslig rætting.
rættaði villu
 
Linja 1:
[[Mynd:Karl Marx.jpg|200px|thumbnail|Karl Marx í 1875]]
[[Mynd:Karl Marx Grave.jpg|thumb|Grøvin, har Karl Marx liggur grivin í Highgate kirkjugarðinum í [[London]], myndahøggarin [[Laurence Bradshaw]] gjørdi gravsteinin<ref>[http://www.tidsskrift.dk/print.jsp?id=100340 Tidsskrift.dk, Nationaløkonomisk Tidsskrift, Bind 111 (1973) 1, Kommentarer til Karl Marx's mindesten, af Niels Banke] (''á donskum'')</ref> ]]
'''Karl Heinrich Marx''' (føddur [[5. mai]] [[1818]] í [[Trier]], deyður [[14. mars]] [[1883]] í [[London]]) var ein prusslendskur [[samfelagsfrøði|s]]<nowiki/>[[samfelagsfrøði|amfelagsfrøði]]ngur, [[búskaparfrøði|politiskur búskaparfrøðingur]] og [[heimspeki|politiskur heimspekingur]].
 
Karl Marx er (saman við [[Friedrich Engels]]) stovnarin av tí, ið hann sjálvur nevndi vísindalig sosialisma. Henda sosialisma tók hugsjónarliga støði í sonevndu utopisku sosialismuni, sum til dømis varð kend við hugsanum/hugskotum hjá [[Charles Fourier]].
Linja 7:
Karl Marx útgav í [[1848]] ''Hitt kommunistiska manifestið'' saman við Engels og ''Das Kapital'' (1867–1894) umframt fleiri aðrar bøkur.
 
Hann varð føddur inn í eina múgvandi miðstættarfamilju í Trier í Rinlandinum, tætt við markið til Eysturríki[[Frankaríki]]. Hann las á hægri lærustovnunum í [[Bonn]] og í [[Berlin]], hiðani áhugin fyri hugsunarháttinum hjá Unghegelianarunum spratt. Eftir loknan lesnað ynskti hann at halda fram á akademisku leiðini, men hesum varð hann sýttur av prusslendsku stjórnini, sum burturbeindi allar umsóknir frá klassiskt liberalistum og unghegelianarum. Í staðin fór hann frá 1842 at skriva fyri víðgongda tíðarritið ''Rheinische Zeitung'' í Køln. Prusslendska stjórnin bannaði blaðið eftir áheitan frá russiska sarinum ''Nikolaj 1''. Í 1843 flutti Karl Marx til [[París]], har hann fór at arbeiða sum blaðfólk í víðgongda vinstrahalla blaðnum ''Deutsch-Französische Jahrbücher''. Í París hitti hann hittinorðaða mannin Friedrich Engels, sum var ein múgvandi verksmiðjuánara úr ríka Rinlandinum. Teir gjørdist vinir, og Engels veitti fígging, so Karl Marx kundi halda fram við síni skriving.
 
== Keldur ==