Munurin millum rættingarnar hjá "Tíðarsonur"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Timezones}}
Replacing Standard_World_Time_Zones.png with File:World_Time_Zones_Map.png (by CommonsDelinker because: Duplicate: Exact or scaled-down duplicate: c::File:World Time Zones Map.png).
 
Linja 1:
[[Mynd:Standard World Time Zones Map.png|thumb|right|300px|Vit skifta dagfesting á dagslinjuni, sum fer suður ígjøgnum [[Kyrrahavið|Kyrra­hav]]. Dagslinjan er við 180 stig, men í veruleikanum smýgur dagslinjan seg nakað kronglut ímillum ymsar oyggjabólkar, tí tað er óhóskandi um somu tíð at hava ymiskar dagfestingar í sama landi.]]
'''Tíðarsonurnar''' vórðu gjørdar út frá nulllongdarlinjuni. Hendan tíðarsonan eitur [[Greenwich Mean Time]], vanliga stytt GMT. Fyri at gera tað lættari at máta tíðina, er [[jørðin]] býtt upp í 24 tíðarsonur. Sonurnar ganga norður og suður. Í hvørjari sonu er sama tíð galdandi. Tað hevur við sær, at vit í [[Føroyum]] hava somu tíð sum til dømis Vesturafrika. Ein tími er vanliga millum sonurnar. Fert tú eystureftir til eina nýggja tíðarsonu, mást tú flyta klokkuna ein tíma fram. Fert tú harafturímóti vestureftir, mást tú flyta klokkuna ein tíma aftur. Hetta er so, tí at sólin rísur í eystri og setur í vestri, og tað hevur við sær, at dagurin byrjar eystanfyri. Tíðarsonurnar fylgja ikki heilt longdarlinjunum, tí tíðarsonurnar eru ofta lagaðar til landamørkini hjá einstøku londunum av praktiskum ávum. Tó hava stór lond fleiri tíðarsonur. Í [[USA]] eru til dømis fýra tímar á muni millum eysturstrondina og vesturstrondina. Lítla landið [[Nepal]] hevur valt eina tíð, sum er 15 minuttir frá indiskari tíð, fyri at vísa sjálvræði sítt mótvegis stóra landinum sunnanfyri.
{{Commonscat|Timezones}}