Munurin millum rættingarnar hjá "USA"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 752:
[[Mynd:United_States_Capitol_-_west_front.jpg|thumb|right|250px|[[Kongressin í USA|Kongressin]] er lóggevandi valdið. Kongressin hevur tvey kømur: [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatingið]] og [[Senatið í USA|Senatið]].]]
[[Mynd:Texas_State_Capitol_building-front_left_front_oblique_view.JPG|thumb|right|250px|[[Austin]] er høvuðsstaður í statinum [[Texas]]. Í hesum húsinum í býnum heldur ríkisstjórnin í [[Texas]] til.]]
Amerikanskir politikarar taka avgerðir, sum ávirka allan heimin. Hvør statur hevur egið lóggávuvald og senda umboð til [[Kongressin í USA|Kongressina]] (á [[Enskt mál|enskum]] ''Congress''), so at øll kunnu verða við at gera av, hvussu landið skal verða stýrt. Kongressin er býtt í tvey: [[Senatið í USA|Senatið]] og [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatingið]] (á [[Enskt mál|enskum]] ''House of Representatives''). Hvør statur velur tveir limir í [[Senatið í USA|Senatið]], men til [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatingið]] verður valt eftir íbúgvatali. Onkuntíð er ósemja ímillum summir statir og kongressina. Í USA er [[fólkaræði]] og [[talufrælsi]]. Amerikanskur politikkur er mest tveir flokkar, [[Republikanski Flokkurin]] (GOP) og [[Demokratiski Flokkurin]]. Hesir báðir flokkar hava allir hugsjónir í landinum, men lokalt stilla uttanveltað ofta upp. Yvirhøvur eru Republikanarar [[Konservatisma|afturhaldssinnaðir]] og Demokratar tað, sum amerikanarir kalla «[[Liberalisma|liberalir]]» (vinstrahallir). Liberali vongurin og afturhaldssinnaði vongurin eru polariseraðir. Sjónvarpsrásirnar senda valfundir hjá flokkunum, skipaðar dystir millum valevni umframt lýsingar. Tað er tíðuligt at [[MSNBC]] er sera [[Demokratiski Flokkurin|Demokratiskt]] litað <ref>http://www.nytimes.com/2007/11/06/business/media/06msnb.html?_r=2&oref=slogin&pagewanted=print&oref=slogin</ref>, meðan til dømis [[Fox News]] hellur meira til [[Republikanski Flokkurin|Republikanarnar]] <ref>http://mediamatters.org/research/200407210007</ref>. Annars eru strandastatirnir í vestri og [[New England]] meira Demokratiskir, meðan miðstatirnir og suðurstatirnir stuðla Republikanarnum.
 
Vallutøkan í USA er lág í mun til onnur [[Vesturheimurin|Vestanlond]]; valluttøkan hevur verið minkandi síðani valið í 1964, tá 61,9 % av amerikanarum atkvøddu.<ref>http://uselectionatlas.org/RESULTS/index.html</ref> Vit kunnu á løgtingsvalum fegnast um, at valluttøkan í [[Føroyum]] er sera høg. Fleiri enn 90 % av veljarunum velja at luttaka. Í 2012 atkvøddi 58,2 % prosent í USA, meðan tað í 2008 vóru 61,6 % prosent av øllum veljarum, ið fóru á val.<ref>http://www.huffingtonpost.com/michael-p-mcdonald/turnout-in-the-2012-presi_b_2663122.html</ref> Hægsta valluttøka var í [[Minnesota]], har fleiri enn 75 % vóru á vali. Lægst var valluttøkan í [[Utah]], nevniliga 52 %.<ref>https://www.census.gov/newsroom/releases/archives/voting/cb09-110.html</ref> Hægsta valluttøka í USA var til forsetavalið í 1860 tá 81,2 % greiddu atkvøðu.<ref>http://www.presidency.ucsb.edu/data/turnout.php</ref>