Munurin millum rættingarnar hjá "USA"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 31:
USA er heimsins máttmiklasta <ref>http://www.urbandictionary.com/define.php?term=superpower</ref><ref>http://www.thehindu.com/news/article740679.ece</ref> og ríkasta land ([[BTÚ]]) <ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/fields/2195.html</ref>. Stórt tilfeingi av kilo, [[Olja|olju]] og steinsløgum, umframt ógvisliga tilflytingin í [[19. øld|19.]] og [[20. øld]], hevur verið høvuðsatvoldin til bráða vøksturin í ídnaðinum og góðu lívskorini. Amerikonsk vøra og amerikonsk mentan eru nú á døgum kend um allan heimin. Markið ímillum USA og [[Kanada]] er heimsins longsta óvarda landamark <ref>http://web.archive.org/web/20090517234443/http://www.cbc.ca/canada/story/2009/05/15/f-vp-gillespie.html</ref>. [[New York City]] í [[New York]] er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað [[Los Angeles]] í [[Kalifornia]] og [[Chicago]] í [[Illinois]]. Landslagið er fjølbroytt, her eru [[Oyðimørk|oyðimerkur]], skógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll.
 
Eftir at USA í 1776 fekk fullveldi frá [[Stóra Bretland|Bretlandi]], bleiv USA eitt av fyrstu modernaðu og umboðanarfólkaræðum í heiminum. Upprunaliga politiska skipanin var eitt samveldi millum statirnar. Eftir nógv kjak varð eitt miðsett stýri sett í staðin; hetta var í 1789. Í [[19. øld]] vórðu fleiri nýggir statir tiknir uppí, antin av fríum vilja ella eftir kríggj, og USA vaks vestureftir og suðureftir (jørð í [[Meksiko]]) á [[Norðuramerika]]nska meginlandinum. Tvær stórar kreppur meðan hetta varð, vóru [[Amerikanska Borgarakríggið|borgarakríggið]] (1861-1865) og [[Heimskreppan|Depressiónin Mikla]] (1929-1939). Eftir [[Seinni heimsbardagi|Annað heimskríggj]] var USA onnur av tveimum risaveldum; hin var [[Sovjetsamveldið]]. Hesar báðar risaveldirnar stríddust nógv gjøgnum tað [[Kalda kríggið]]. Eftir at Kalda kríggið í 1991 endaði óavgjørt, upploystist Sovjetsamveldið og USA var einasta risaveldi eftir.
 
== Søga ==
Linja 40:
[[Mynd:William_Notman_studios_-_Sitting_Bull_and_Buffalo_Bill_(1895)_edit.jpg|thumb|right|Fólkið í hesum heimsparti var einaferð upprunafólk; [[Indiánar í USA|indiánar]], sum livdu av tí, náttúran gav.]]
[[Mynd:E._Irving_Couse_-_Elk-Foot_of_the_Taos_Tribe_-_Smithsonian.jpg|thumb|right|[[Pueblofólkið|Puebloindiánar]] búgva í [[Arizona]]. Pueblo merkir bygd.]]
[[Upprunaamerikanarar|Upprunafólkið]] í USA vóru indiánar. Í [[17. øld]] komu fólk úr ymsum heraðshornum at seta búgv. [[Stóra Bretland|Bretar]], [[Skotland|skotar]] og [[Írland|írar]] komu á eysturstrondina, [[Frakland|fraklendingar]] at teimum stóru vøtnunum, og [[Spania|spaniólar]] í útsynningslendið. Í [[18. øld]] misti [[Frakland]] síni [[Hjáland|hjálond]]. Hesi londini komu nú undir [[Stóra Bretland|bretskt]] vald. Um sama mundið komu fyrstu [[Trælur|trælirnir]] til [[Amerika]]. Nakað upp í [[18. øld]], tá ið lítið lendi var eftir, vórðu viðurskiftini millum indiánar og hjálandafólkið ógvuliga ring.
 
Hildið verður, at [[Beringssundið]] var ikki til fyri 20.000-30.000 árum síðani. Tað var landfast ímillum [[Ásia]] og [[Amerika]]. Veiðimenn og savnarar komu úr Ásia henda vegin. Hetta fólkaslagið fór um alt Amerika og var eyðkent. Slætt, svart hár og reyðbrúnan húðarlit. Tey vórðu kallað [[Upprunaamerikanarar|indiánar]], tí [[Kristoffur Kolumbus|Kolumbus]] helt, at hann var komin til [[India]].
 
Fyri 10.000 árum síðani komu onnur fólkasløg sama veg, og búsettust har norðuri í kuldalondunum í Amerika. Hetta eru forfedrarnir hjá [[inuit]]tum. Hildið verður, at einar 15-20 milliónir indiánar vóru í øllum Amerika, tá ið [[Kristoffur Kolumbus|Kolumbus]] kom hagar í 1492. Av teimum vóru bara 2 milliónir í USA.
Linja 52:
Í skógarlendunum eystanfyri livdu indiánskir ættarbólkar, sum vit hava sæð í cowboyfilmum og lisið um í bókum: [[Mohikanar]], [[huronar]], [[Irokesarar|irokesar]] og [[shavahoar]]. Í skógunum vóru nógv [[rádjór]], [[bjarnir]], [[hjørtir]], [[Elgur|elgar]] og [[Bævur|bævrar]]. Eisini var ovmikið av [[Fuglur|fugli]] og [[Fiskur|fiski]]. Í hesum [[Filmur|filmunum]] og bókunum vóru fáir indiánar, sum nakar dugur var í. Nevnast kann, at ”Hjartarfótur” var ein av fáu hetjunum. Í flestu førum vóru teir lýstir sum blóðtystir ránsmenn bara við einum í huga – at skræða húðina av høvdinum á teimum hvítu. Heilt upp at okkara døgum hevur lítið verið skrivað um, hvussu teir hvítu tóku land teirra.
 
Á mangan hátt vóru teir hvítu betur fyri, men [[Upprunaamerikanarar|indiánarnir]] stóðu ikki aftari, sum fleiri hildu. Ikki dugdu teir at gera jarn, men mentanarliga vóru teir ikki aftari. Teir yrktu, málaðu, høvdu sína egnu trúgv, og felagsskapurin var góður. Indiánarnir livdu so tætt upp at náttúruni og vistu, hvussu teir skuldu fáa gagn burtur úr henni.
 
Fyrst í [[18. øld]] komu fleiri og fleiri indiánar út á grasfløtuna. [[Bisonneyt|Bisonin]] varð mest veiddur, tí av honum var ovmikið. Hildið verður, at umleið 70 milliónir bisonar vóru til á grasfløtuni í USA. Ein fullvaksin bisonur vigaði o.u. 1100 kilo, og av honum fingu indiánar alt tað, teimum nýttist. Kjøtið og avroðini vórðu etin. Skinnið varð nýtt til tjøld, klæði, mokkasinir og togverk. Spengurnar vórðu nýttar til tráð og bogastreingir. Beinið til knívar og ørvaroddar. Úr kleyvum og hornum gjørdu teir lím, og í vombini goymdu teir vatn. Myrkjuna turkaðu teir at brenna. Í góðum samstarvi millum [[ross]] og veiðimann bar til hjá 100 indiánum at fella 300-500 bisonoksar um tíman. Teir veiddu bara við boga og píli. Fór nakar á veiðiferð einsamallur, varð hann revsaður. Á veiðiferðum hild uteir saman.
Linja 68:
Flestu niðursetufólkini í USA í [[17. øld|17.]] og [[18. øld]] komu úr [[Ongland]]i. Í Onglandi høvdu tey mist rættin til jørðina, og søkt varð at mongum fyri trúarsakir. Ikki bara fátækrafólk rýmdu heimanífrá. Eisini fólk, sum ikki vóru nøgd við lívið heima, fluttu til USA. Aðalsfólk fóru eisini og búsettust sunnanfyri. Har komu tær fyrstu gróðrarlundirnar. Norðanfyri, har umstøður ikki vóru fyri stórum gróðrarlundum, búsettust at kalla bara bøndur, fiskimenn og handverkarar. Í teimum [[puritansku]] samkomunum, sum vuksu í tali, var eingin stættarmunur, og fólkið livdi í friði og náðum.
 
Niðursetufólkið og indiánarnir sótu væl um sátt í fyrstuni. Teir hvítu fingu góð ráð, hvussu teir skuldu veiða, hvar best var at velta; men í seinnu helvt av [[18. øld]], tá ið minni var at býta, gjørdust viðurskiftini ótrygg. [[Frakland|Fraklendingar]], sum mest hugsaðu um handil, høvdu gott samband við indiánarnar fyrstu tíðina.
 
Í fyrstani var lívið strevið. Niðursetufólkið sunnanfyri visti lítið um landbúnað, og torført var at útvega mat. Mong doyðu av svongd fyrst í [[17. øld]], og søgur ganga um, at summi løgdust á lík. Niðursetufólkið, sum arbeiddi í gróðrarlundunum, hevði skrivað undir sáttmála, og tá ið so ein tíð var umliðin, suttust tey niður sum smábøndur. Niðursetufólkið visti, at tey svørtu úr [[Afrika]] vóru [[Trælur|trælir]] í [[Suðuramerika]] og á oyggjunum í [[Karibiahav]]i. Í [[17. øld]] vórðu [[Trælur|trælir]] tiknir at arbeiða í gróðrarlundunum. At byrja við vóru trælirnir í minniluta, men miðskeiðis í [[18. øld]] vóru 170 000 [[Trælur|trælir]] í [[Virginia]]. Hetta var um helvtin av øllum fólkinum har.
 
[[Trælur|Trælirnir]], sum komu livandi um havið, vóru illa fyri bæði til likams og sálar, tá ið teir at enda komu til [[Amerika]]. Tey hvítu virdu teir lítið og fóru við teimum, sum best bar til. Hesi neyðars fólk vórðu seld á uppboði og viðfarin sum [[Dýr|djór]]. Tey, sum vóru best fyri, fóru fyri hægsta boð. Maður og kona vórðu atskild, og børn sóu ongantíð foreldrini aftur.
 
Tá ið [[Trælur|trælirnir]] komu hagar, teir skuldu vera, varð merki brent á kroppin á teimum. Fleiri konufólk vórðu sett til húsligt arbeiði, sum ikki var so strevið. Men ofta vórðu tey fyri kynsligum ágangi frá eigara og øðrum arbeiðismonnum í húsinum. Sum tíðin leið, lótu teir konufólk og mannfólk búgva saman. Tað ráddi um at vaksa um barnatalið, tí trotið á trælum vaks. Kortini arbeiddu flestu konufólkini í gróðrarlundunum. Tey høvdu eisini ábyrgdina av, at nóg mikið varð dyrkað til [[Matur|matna]].
 
[[Trælur|Trælir]], sum settu seg upp ímóti eigaranum ella royndu at rýma, vórðu harðliga revsaðir. Tað var ikki óvanligt, at slíkir trælir vórðu bukaðir til deyða. Í [[Maryland]] kom lóg í gildi, hon segði, at sló ein svartur ein hvítan, vórðu oyruni skorin av honum. Men í flestu førum fóru teir hampiliga við trælunum. Eigaranum tørvaði teir. Tí vildi hann hava teir so kropsliga væl fyri sum gjørligt.
 
Stríggið var hjá teimum hvítu, sum settu búgv í [[Hjáland|hjálondunum]]. Men tey livdu í álitinum og vónini, at her høvdu øll ein møguleika at koma fram og gerast lukkulig. Um ikki eydnaðist so væl einastaðni, so var møguleiki at flyta vestureftir og royna eydnuna har.
Linja 97:
Í [[18. øld]] høvdu [[Hjáland|hjálondini]] í USA minni samband við [[Bretland]] enn áður. Nýggj ættarlið vóru komin, og nú vóru flestu innflytararnir [[írland|írar]], [[skotland|skotar]], [[Týskland|týskarar]] og [[Frakland|fraklendingar]]. Hóast [[Hjáland|hjálondini]] enn vóru undir [[Bretland|bretskum]] harraveldi, hevði tjóðskaparrørslan ment seg. Hvítir ognarmenn valdu ting. Har varð peningur játtaður, skattur ásettur og lógir samtyktar.
 
[[Bretland|Bretar]] vóru ikki sinnaðir at lata [[Hjáland|hjálondini]] gera og vinna sínar egnu vørur. Teir vildu hava ótilvirkaðar vørur úr hesum londum, helst [[bummull]]. [[Bretland|Bretska]] tingið gjørdi av, at tollur skuldi verða lagdur á allar lidnar vørur, sum vórðu innfluttar, til dømis glas, pappír og vín. Men tingið kravdi eisini, at tær vørur, sum [[Vesturindia]] sendi [[Hjáland|hjálondunum]], skuldu verða tollaðar.
 
Tollurin fór til [[Bretland]]s. Niðursetufólkið var í ødini um hetta krav, og tað bøtti ikki um, at tingið samtykti lógir, sum skuldu galda í [[Hjáland|hjálondini]], hóast tey høvdu ikki umboð í [[Bretland|bretska]] tinginum.
 
Dúgliga varð mótmælt, og at enda varð tollurin tikin av. Men kortini varð tollur lagdur á te, sum [[Bretland|bretar]] fluttu inn og aftur seldu [[Hjáland|hjálondunum]]. Tollurin varð tískil standandi sum tekin um, at [[Bretland|bretska]] tingið tók sær rættin at skatta [[Hjáland|hjálondini]].
 
Í 1773 fóru nakrir [[boston]]búgvar, ílatnir sum indánar, umborð á trý skip, sum vóru fermd við tei, og tveittu alt fyri borð. Viðurskiftini, millum niðursetufólkið og bretar, gjørdust nú sera álvarslig.
 
Tvey ár seinni brast frælsiskríggið á, og [[4. juli]] [[1776]] samtykti tjóðartingið fyribils [[Amerikanska Frælsisyvirlýsingin|Amerikonsku Frælsisyvirlýsingina]]. Trettan [[Hjáland|hjálond]] høvdu tikið loysing frá [[Bretland]]i.
 
Kríggið vardi í 5 ár. Ein triðingur av fólkinum stuðlaði bretum, ein triðingur var uttanveltaður, og ein triðingur var beinleiðis við í stríðnum fyri loysing. Tað vóru serliga handilsmenn, ið sóu fyri sær teir stóru fyrimunur at kvetta við [[Bretland]]. Flestu indiánsku ættarbólkarnir hjálptu bretum, og [[Frakland]], gamli fíggindi [[Bretland]]sBretlands, stuðlaði niðursetufólkinum. Bretar høvdu eisini leiguhermenn – 20 000 [[Týskland|týskarar]] vóru í ein góðseigari úr [[Virginia]], stóð á odda fyri [[hjáland]]aherinum.
 
Skamt eftir, at [[Amerikanski Frælsisbardagin]] ímóti [[Bretland|bretum]] var brostin á, útnevndi tingið í [[Hjáland|hjálondunum]] herovastin [[George Washington]] úr [[Virginia]] sum hægstráðandi fyri herinum. Hann rak bretar úr [[Boston]], og fyri tingini var hetta tekin um formliga at loysa seg frá bretska yvirvaldsrættinum. Hin 4. juli góðtók [[Kongressin í USA|Kongressin]] [[Amerikanska Frælsisyvirlýsingin|Frælsisyvirlýsingina]], sum umboðsmenn fyri øll 13 hjálondini høvdu skrivað undir. Hon segði, at sameindu hjálondini vórðu og skuldu verða fræls og óheft ríki. Kríggið vardi í 5 ár, men [[George Washington|Washington]] og herlið hansara vunnu flestu bardagarnar.
Linja 174:
 
[[Mynd:Deutschland Besatzungszonen - 1945 1946.svg|thumb|[[Týskland]] varð býtt í fýra hersetingarøki, og USA, [[Bretland]], [[Frakland]] og [[Sovjetsamveldið]] stýrdu hvør sínum øki]]
[[Japan]] hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Pearl Harbor í [[Hawaii]], sum var týdningarmesta herflotahavnin hjá USA í [[Kyrrahav]]inum. Fimm amerikonsk slagskip og 15 onnur skip vórðu søkt ella oyðiløgd. Tíðliga í 1945 tóku amerikanarar [[Japan|japonsku]] oyggjarnar [[Iwojima]] og [[Okinawa]]. Hin 6. august tveitti eitt amerikanskt bumbuflogfar fyrstu kjarnorkubumbuna niður yvir [[japan]]skajapanska býin [[Hiroshima]], og 80 000 menniskju lótu lív. Tríggir dagar seinni var aftur ein kjarnorkubumba tveitt niður yvir [[Nagasaki]]. 15. august 1945 løgdu [[japan]]ararjapanarar vápnini. [[Seinni heimsbardagi|Annar heimsbardagi]] var av.
 
Tíðin eftir bardagan er ótrygg og spenningur stórur, tí tey bæði sterkastu sigursveldini – USA og [[Sovjetsamveldið]] – stríðast um at gerast sterkasta veldið í heiminum. Bæði stórveldini aldubba seg við kjarnorkuvápnum og øðrum vápnum og gera heimsumfatandi hernaðarligar og búskaparligar samgongur. Hárfína javnvágin ímillum teirra stendur við í yvir 40 ár og verður nevnd [[Kalda kríggið]], tí at ongantíð brestur kríggj á partanna millum. Men bæði stórveldini hjálpa hvør sínum parti í ymsum kríggjum, til dømis í [[Korea]], [[Vjetnam]], [[Miðeystur|Miðeystri]] og [[Afrika]].