Munurin millum rættingarnar hjá "Gorfuglur"

Content deleted Content added
Tofts (kjak | íkøst)
No edit summary
No edit summary
Linja 21:
'''Gorfuglur''' ([[Latínskt mál|latín]] ''Pingvinus impennis L [Alca impennis]'') var ein svartur [[sjófuglar|sjófuglur]], sum nú er útdeyður um alla verð. Hann var einasta nýggjara slagið í slektini '''''Pinguinus''''', men hann var ikki í ætt við [[pingvin]]ir, hóast hann var fyrsti fuglur, ið var kallaður 'pingvin'. Orðið sigst stava frá [[Wales|walisiskum]] fiskimonnum, ið sóu henda (fyri teimum) ókenda fugl, tá teir fóru at fiska undir [[Nýfundland og Labrador|Nýfundlandi]], og nevndu teir hann ''pen gwyn'' á sínum [[walisiskt|walisiska]] máli, ið merkir "hvíta høvd", eftir stóra hvíta blettinum á høvdinum. Tá europear seinni sóu pingvinir á sunnaru hálvu, ið mintu um gorfuglin, vórðu tær uppkallaðar eftir honum.
 
==== Útsjónd ====
Í liti og eisini í nevinum líktist gorfuglur mest [[Álka|álku]], men hann var nógv størri enn álka, uml. 70 cm til hæddar og vigaði um 5 kg. Men veingirnir vóru so lítlir, at hann kundi ikki flúgva, og tað varð honum at bana.
 
==== Útbreiðsla ====
Gorfuglur helt upprunaliga til í økinum frá landnyrðings [[USA]], fram við eystutstrondini á [[Kanada]], [[Grønland]]i, [[ísland]]i, [[Føroyum]], [[Írland]]i, [[Bretland|Bretsku oyggjunum]], [[Noreg]]i, [[Frakland]]i og niður til [[Spania|Norðurspania]]. Ósemja hevur verið, um gorfuglur yvirhøvur áttí Føroyum, men frásagnir benda á, at hann átti í Føroyum fram til [[18. øld]]. Tá vit koma fram til [[19. øld]], er hann horvin sum búfuglur, og sambært týska fuglafrøðinginum [[Carl Julian von Graba|Graba]], sum vitjaði í Føroyum í [[1828]], mintust bara nøkur gomul fólk seg at hava sæð gorfugl um "Vestmannaleiðina".<ref>J. Carl Julian von Graba, ''Tagebuch, geführt auf einer Reise nach Färö im Jahre 1828. Perthes & Besser, Hamburg 1830''</ref> Gorfuglur átti í stórum tali í Íslandi, Grønlandi, Nýfundlandi og summum skotskum oyggjum, t.d. [[St. Kilda]]. Gorfuglur var feitur og góður matur, og tí varð hann veiddur allastaðni, har hann helt til, og við tíðini avoyddur. Alment verður sagt, at teir seinastu vórðu fingnir á [[Eldey]] í Íslandi í 1844; men ein skal vera sæddur í Nýfundlandi í 1852 og kanska í Grønlandi so seint sum í 1870'unum.
 
==== Gorfuglur í Føroyum ====
Stundum hevur verið ført fram, at gorfuglur helst ikki átti í Føroyum, hóast hann varð veiddur her, men frásøgnir finnast, sum vátta at hann hevur átt í Føroyum eisini. Áðurnevndi týski fuglafrøðingurin Graba sigur í dagbók síni, at Wencelaus Hammershaimb fúti (1744 - 1828), slerdi ein gorfugl, sum bøldi einum eggi á "Vestmannaleiðini".<ref>J. Carl Julian von Graba, ''Tagebuch, geführt auf einer Reise nach Färö im Jahre 1828. Perthes & Besser, Hamburg 1830''</ref> Eystanfyri bygdina [[Hattarvík]] í [[Fugloy]] er ein rók, ið nevnist "Gorfuglarókin",<ref>Mikkjal Miðalberg, ''Staðarnøvn í Fugloy, 1996''</ref> og sambært [[Jens Christian Svabo|Svabo]] fekk føroysktføddi náttúrufrøðingurin [[Nicolai Mohr]] (1742-1790) eitt gorfuglaegg undan einum gorfugli, sum var tikin í Fugloy, hetta bendir á, at gorfuglur hevur átt í Fugloy eisini.<ref>J. Chr. Svabo, ''Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782; udgivet af N. Djurhuus. - Uforandret fotografisk genoptryk. - Kbh. : C.A. Reitzels Boghandel, 1976''</ref>. Í [[Svínoy]] sigst at staðarnøvnini ''Langa-Gorstangi'' og ''Stutta-Gorstangi'' skulu koma av eldru nøvnunum "Langi-Gorfuglatangi og Stutti-Gorfuglatangi", og [[Christian Matras]] sigur um hesar tangar í Svínoy: "''I Følge Sagnet skal Tangerne have deres Navn af Gejrfugle (gorfuglar), der holdt til her i Mængde i gammel Tid".''<ref>Christian Matras, ''Stednavne paa de færøske Norðuroyar, 1933''</ref>.