Munurin millum rættingarnar hjá "Arizona"

Content deleted Content added
Linja 185:
=== Indiánarnir ===
 
Í Arizona vóru fleiri ættarbólkar, sum dyrkaðu jørðina. [[Pueblofólkið|Puebloindiánarnir]] høvdu byrgt áir og grivið veitir. Tá ið so turkur kom, veittu teir vatnið út á lendið. [[Pueblofólkið|Puebloindiánarnir]] vóru friðarfólk, men teir ræddust at [[Apache|apasjarnar]] skuldu leypa á. Teir vóru grannar. Pueblo merkir "bygd". Suðuri hevði [[hohokamfólkið]] stóra framgongd, tí at tey vóru dugandi bøndur. Grannatjóð teirra, [[pueblofólkið]], bygdi stór hús, sum vóru áføst og í fleiri hæddum. Húsini vóru av leiri og flættaðum kvistum og stóðu í grunnum gryvjum. [[Hohokamfólkið]] livdi í Suðurarizona frá um [[100 f.Kr.]] til um [[1400]]. Flestu teirra hildu til í tí fruktagóða [[Gilaáardal]]i.
 
Um [[800]] búsettu tey seg aðrastaðni - størsta búsetingin verður nú á døgum kallað [[Snaketown]] (í [[Pinal County]]). Tey vórðu ávirkað av mentanum longri suðuri í [[Meksiko]]. Tað sæst á lutum og útbúnaði úr leiri, vovnum klæði og vøllunum, teir gjørdu til [[Meksiko|meksikanskar]] bóltleikir. Fornfrøðingar vita ikki, hvør lagna teirra var. Tí verður mentanin nevnd ''hohokam'', ið merkir "tey horvnu". Á hohokamverkstøðunum vórðu gjørdir lutir úr reyðum og brúngulum leiri, sum vórðu prýddir við myndum av dýrum og fólki. Mynstrini í hohokamklæðunum vóru týðiliga eftir [[Meksiko|meksikanskari]] list. Við tað, at [[Hohokamfólkið|hohokam]] bøndurnir veittu vatn á velturnar, heystaðu teir tvær ferðir um árið: fyrru ferð um várið, tá ið kavin tíðnaði, og áirnar floymdu upp um áarbakkarnar, aðru fer seint á sumri, tá ið tað regnaði illa. Teir veltu korn, tubakk, bønir og bummull. Hohokamfólkið velti eisini mais.
 
Hohokamar funnu upp kynstrið at brenna myndir við sýru. Teir sýrubrendu skeljar, sum teir keyptu frá fólki á vesturstrondini. [[Djór]] vórðu málað við tjøru á skeljar. So varð skelin dyppað í tynta sýru, sum brendi burtur tað ómálaða, og tað málaða varð verandi eftir. Hohokamfólkið málaði seg um kroppin, tá ið tey skuldu til kappleikir og halda átrúnaðarligar høgtíðsdagar. Hohokambøndurnir byrgdu veitirnar við flættaðum mottum. Soleiðis veittu teir vatnið av einari veltu á aðra.
 
=== Innliman ===