Munurin millum rættingarnar hjá "Albania"

Content deleted Content added
Lien Shan (kjak | íkøst)
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 31:
== Søga ==
 
Í øldir stóð landið undir [[Osmanska ríkið|Osmannaríkinum]], og tá ið [[Turkaland|turkar]] fóru haðan í [[1913]], var Albania illa fyri á øllum økjum; har vóru hvørki vegir ella jarnbreytir, og ídnaður var eingin. Næstan alla [[20. øld]] hevur Albania verið [[Fasisma|fasistisk]] kongsveldi og [[Kommunisma|kommunistisk]] einaræðisland. Í [[1991]] vóru fræls val. Albanar stríðast nú við at umskipa búskapin og menna landið.
 
Frá [[1944]] til [[1985]] stýrdi [[Kommunisma|kommunistiski]] einaræðisharrin, [[Enver Hoxha]] ([[16. oktober]] [[1908]] – [[11. apríl]] [[1985]]), Albania. Meðan hann stýrdi, varð landið fullkomiliga avbyrgt frá hinum londunum í [[Evropa]]. Markið til gamla [[Jugoslavia]] og [[Grikkaland]]s varð stongt, og eisini varð alt samband við [[Italia]] bannað. Eftir [[1960]] hevði Albania bara handilssamband við [[Kina]], og allur flutningur skuldi bara fara um teir báðar havnabýirnar [[Durres]] og [[Vlore]]. [[Kommunisma|Kommunistarnir]] mentu stálídnaðin, men lótu landbúnaðin liggja á láni og gjørdu annars einki at menna landið.
 
== Fólkið ==