Munurin millum rættingarnar hjá "Stóra Bretland"

16 bytes løgd afturat ,  2 ár síðan
s (Tók burtur rættingar hjá KristinXD (kjak) til seinastu versjón hjá Niceley)
Merki: Rollback
== Búskapur ==
 
Í Bretlandi tóku fyrst landbúnaðarkollveltingin og síðan ídnaðarkollveltingin seg upp í [[18. øld]] og breiddi seg so um allan heimin. Nú á døgum er tungídnaðurin, sum áður var álitið, ikki so týdningarmikil longur. Tænastuvinnan er tann vinnugreinin, ið mennist mest, til dømis banka- og tryggingarvirksemi. Bretland er sjálvbjargið við [[Olja|olju]] og gassi, tí landið eigur stórar oljukeldur í [[Norðsjógvurin|Norðsjónum]] og á markinum ímillum [[Hetland]]s og [[Føroyar|Føroya]].
 
Tungídnaðurin var einaferð stór og týdningarmikil vinna í Bretlandi, men soleiðis er ikki longur. Nú er løtt maskintøknilig vøra, sum maskinur, amboð, bilar og vápn, týdningarmesta útflutningsvøran, og ógvuliga mong fólk starvast í fíggjar- og tænastuvinnuni. Hesar vinnur hava bøtt um bretska [[Búskapur|búskapin]], ið ikki hevur verið væl fyri, mest tí at Bretland má flyta inn nógvar [[Matur|matvørur]] og rávørur.
Dulnevndur brúkari