Munurin millum rættingarnar hjá "Martin Luther King"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Martin Luther King, Jr.}}
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Martin_Luther_King_Jr_NYWTS.jpg|thumb|right|200px|Martin Luther King Jr. ([[1929]] - [[1968]])]]
'''Martin Luther King Jr.''' ([[15. januar]] [[1929]] - [[4. apríl]] [[1968]]) var føddur í [[Atlanta]], [[Georgia (USA)|Georgia]] í [[USA]]. Hann var prestur og gjørdist gitin fyri javnstøðu ímillum hvít og [[Afroamerikanarar|svørt]]. King var ávirkaður av [[Gandhi]] og fekk [[Afroamerikanarar|svartar amerikanarar]] at mótmæla friðarliga og virðiliga. Sjálvur var hann uppi í mongum mótmælisgongum og gjørdist tann navngitnasti og virðiligasti í borgararættindastríðnum. Hann varð myrdur í [[1968]], tað elvdi til harm og míkla vreiði, og órfriður brast á í 125 býum í [[USA]].
 
King helt, at "the Founding Fathers" høvdu [[Bíblian|Bíbliuna]], tann [[Kristindómur|kristna]] moralin sum grundvøll, tá [[USA]] varð sett á stovn. Tí var tað, at hann vildi integrera sítt fólk í tað [[Kapitalisma|kapitalistiska]] [[USA|Amerika]]. Hann sá tað góða við tí politisku skipanini í [[USA]], sum hann segði bygdi á javnaðarhugsjónina í [[Liberalisma|liberalismuni]]; hann sá møguleikar í at broyta skipanina innanfyri normarnar í tí [[USA|amerikanska]] dreyminum.