Munurin millum rættingarnar hjá "Tjóðsangur"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s No need for both {{Commons}} and {{Commonscat}}. Removing {{Commons}}.
No edit summary
 
Linja 1:
[[Mynd:Faroe Islands vs Italy UEFA EURO 2012 on Torsvollur.JPG|250px|thumb|Føroyar og Italia spældu landsdyst 2. september 2011 á [[Tórsvøllur|Tórsvølli]]. Hetta er beint áðrenn dystir, her syngja italiumenn teirra tjóðsang.]]
[[Mynd:Mítt alfagra land.jpg|250px|thumb|"Mítt alfagra land" ella "Tú alfagra land mítt" er tjóðsangurin hjá Føroyum.]]
Ein '''tjóðsangur''' er sum oftast ein tjóðskaparligur sangur ella tónleikur, sum skal vera eitt symbol fyri eitt ávíst land til almennar hendingar ella stevnur av ymiskum slagi, t.d. verða tjóðsangirnir altíð spældir beint áðrenn ein almennan fótbóltslandsdyst, og tá heiðursmerkjahandan er á t.d. [[Olympiskir leikir|OL]], so hoyrist eitt brot av tónleikinum til tjóðsangin hjá tí landi, sum vann gullið. Ein tjóðsangur kann vera formliga viðurkendur sum tjóðsangur av myndugleikunum í einum landi, men hann kann eisini vera uttan formliga viðurkenning, men bert verða brúktur sum tjóðsangur.
 
Við menningini av tjóðum í 19. øld og 20. øld hava mest sum øll lond valt ein tjóðsang. Í summum londum eru eisini regiónalir tjóðsangir, har lutastatir ella aðrar subtjóðareindir hava teirra egna almenna ella óalmenna tjóðsang. Summar millumtjóða sambond hava eisini teirra egna tjóðsang.