Munurin millum rættingarnar hjá "Danskt mál"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 22:
 
Danskt er ikki einans móðurmál fyri uml. 5 milliónir danir – tað er eisini eitt týðandi annaðmál í Føroyum og Grønlandi. Her skulu allir skúlanæmingar læra danskt sum fremmandamál. Danskt er eisini eitt týðandi minnilutamál í norðara parti av [[Týskland]]i. Uml. 50.000 fólk hava danskt sum móðurmál í týska landslutinum [[Suðurslesvig]]. Nógv ung í Føroyum lesa heldur bøkur á donskum enn á teirra egna móðurmáli.
[[Mynd:Idioma_danés.PNG|thumb|right|Lond við meiriluta av fólki, ið tala danskt.]]
 
[[Enskt mál|Ensk]] tøkuorð streyma inn í øll tey [[Norðurlendsk mál|norðurlendsku málini]], men rákið er, at ensku orðini í størri mun varðveita teirra uppruna ensku útsjónd í donskum, herundir málfrøðiligar bendingarendingar og stavseting. "Computer", "weekend", "speaker" og "teenager" eru dømi um [[orð]], ið kunnu brúkast á donskum, men sum verða broytt til norðurlendsk orð á [[Norskt mál|norskum]] og [[Svenskt mál|svenskum]]. Eisini søguliga hevur danskt verið dúgligt til at læna frá øðrum málum. Orð sum "bange", "borger", "angst" og "alene" t.d. stava frá streyminum av [[Týskt mál|týskum]] tøkuorðum, sum nógv komu inn í málið í [[1600-árini|1600-talinum]].