Munurin millum rættingarnar hjá "Svalbarð"

34 bytes løgd afturat ,  1 ár síðan
 
== Sólarmyrking 2015 ==
[[Mynd:Total_solar_eclipse_of_March_20,_2015_by_Damien_Deltenre_(licensed_for_free_use)._(32844461616).jpg|thumb|right|[[Sólarmyrkingin 20. mars 2015]]]]
Tað er bara í Svalbarði og í [[Føroyum]] at [[Sólarmyrkingin 20. mars 2015|sólarmyrkingin]] fríggjadagin [[20. mars]] [[2015]] kundi upplivast á landi.<ref>http://www.nord24.no/Svalbard____Ikke_kom_hit_20__mars___det_er_kaldt_og_vi_har_problemer_med_isbj_rner-5-32-20754.html</ref> Christin Kristoffersen, borgarstjóri í [[Longyearbýur|Longyearbýnum]], upplýsti fyri Ritzau, at tey væntaðu umleið 1500 ferðafólk til Svalbarðs í sambandi við sólarmyrkingina. Frammanundan búðu 2500 fólk á oynni og so var ikki pláss fyri fleiri, um trygdin framvegis skal haldast í hásæti. "Trygdin kemur fyrst, sjálvt tá tað er [[sólarmyrking]]. Tað er sólarmyrking, ja, men her er kalt, hotellini eru full og her eru [[hvítabjarnir]]. So halt teg burtur". Soleiðis ljóðaðu boðini frá myndugleikunum á Svalbarði til tey [[Ferðavinna|ferðafólk]], sum høvdu fingið hug at koma til Svalbarðs fyri at uppliva sólarmyrkingina. Tí hotellini eru øll fylt, og tað er bítandi kalt í [[mars]] mánaði, og [[hvítabjarnir]]nar sníkja seg runt. Í 2011 drap ein hvítabjørn ein bretskan tannáring á Svalbarði, og tað er seinastu ferð, at fólk eru dripin av hesum stóru djórunum har. Men í miðal verða tríggjar hvítabjarnir skotnar um árið av fólkum, sum skjóta í sjálvverju.<ref>http://www.avisa-hordaland.no/nyhende/npk/svalbard-----ikkje-kom-hit-for-aa-sjaa-solformoerkinga</ref><ref>http://nyhederne.tv2.dk/samfund/2015-03-13-afviser-sol-turister-hold-jer-vaek-her-er-udsolgt-bidende-koldt-og-isbjoerne</ref>
 
Dulnevndur brúkari