Munurin millum rættingarnar hjá "New York City"

Content deleted Content added
Linja 34:
Í [[1904]] vóru komnir um ein millión innflytarir til [[USA]] um árið. Flestu innflytararnir komu fyrst til [[Ellis Island]] úti fyri New York, áðrenn teir sluppu at halda fram ferð síni. Fyrsta, innflytarar fingu eyga á, tá ið teir sjóvegis komu til [[USA]], var [[Frælsisgudinnuna]] ([[Enskt mál|enskt]]: ''Statue of Liberty'') við tí lýsandi kyndlinum. Hon er 46 m. høg, hon verður eisini brúkt til vita.
 
Tá ið amerikanarar bygdu síni tiltiknu háhús, eitt nú [[Empire State Building]] í 1929-31, og tríggjar brýr um [[Harlem River]] í býnum, varnaðust nakrir arbeiðstakarar av tilvild, at mohawk-indianarar av [[Irokesarar|irokesara]]-ætt toldu at arbeiða í fleiri hundrað metra hædd, uttan at ørilsi kom á teir. Ofta vóru tað indianarar og fólk úr teimum lægstu sosialu stættunum, ið fingu tann hættisliga kjansin. Byggifyritøkan skuldi brúka lyftarar, ið skuldu standa rættiliga langt uppi yvir Harlem River. Hesir indianarar gjørdu so sítt til, at hesi veldigu bygningsverkini vórðu liðug eftir mettíð. Irokesarar og mohawkar ræðast ikki hæddir og vórðu og verða brúktir sum serlærdir, sera fimir arbeiðarar hjá byggivinnuni.
 
===Yvirgangsálopið 11. sept.===